Frontmaðurin úr Big Black, Rapeman og The Shellac og upptøkuframleiðarin, ljóðteknikarin og tónleikatíðindafólkið var sera høgt í metum í tónleikaheiminum.
Ja, satt at siga var hann og hansara arbeiðsháttur og ikki minst serstaka ljóð eindømi um, hvussu tónleikur eisini kann gerast. ”Beinleiðis”, ”kompromisleysur” og ”egin” eru allarhelst fátøk lýsingarorð um ein at tykja fjøltáttaðan persón, sum veruliga skapti sítt heilt serliga pláss í tónleikaheiminum útfrá heilt egnum fortreytum.
Yrkisleið Albinis byrjaði í 1981, tá hann stovnaði Big Black og upptók fyrstu útgávu bólksins, EP’ina Lungs. Ljóðið var, eins og frontmaðurin, egið, hart, beinleiðis og experimenterandi við punk og noise rock upplýstum ljóðlutum. Bólkurin brúkti elektroniskar trummur ístaðin fyri eitt trummusett, meðan guitarljóðið kann lýsast sum hvasst og glamrandi. Men ljóðið hjá bólkinum, hóast at vera høgt í metum innan rock tónleik seinnu árini, var ikki fyri øll, ikki minst vegna songtekstirnar, ið viðgjørdu tabuvavd og lødd evni sum dráp, neyðtøku, eldáseting, rasismu og konufólkahatur. Bólkurin gav út fimm smáplátur, fýra EP'ir og tvær fulllongdar útgávur, hesar seinastnevndu at meta sum klassikarar innan alternativan rock í dag.
Eftir Big Black grundaði hann stuttlivdu tónleikaverkætlanina Rapeman, har Albini eisini spældi guitar og sang. Tónleikasløg sum post-hardcore og noise rock verða ofta sett í samband við Rapeman, sum var til millum árini 1987 og 1989. Bólkurin gav út í alt tvær smáplátur, eina EP og eina fulllongdar útgávu.
Fýra ár eftir Rapeman varð bólkurin Shellac settur á stovn, ið eins og báðir undanfarnu bólkarnir var ein tríbólkur. Shellac, sum sjálvir søgdu seg spæla minimalistiskan rock, var virkin heilt fram til deyða Albinis í ár. Shellac gav út fýra smáplátur, tríggjar "splits" og fimm fulllongdar útgávur. Sætta útgávan, hin fyrsta í tíggju ár, nevnd To All Trains, skuldi eftir ætlan útgevast 17 mai í ár, einans tíggju dagar eftir deyða Albinis. Ætlanir um at fara á rundferð og spæla í sambandi við útgávuna vóru eisini.
Seinnu árini frá fyrst í ’90árnum og upp ígjøgnum ’00ini fokuseraði Albini mest á at upptaka og framleiða tónleik hjá øðrum artistum, tó Shellac enn varð hildið á lívi. Listin av hesum, ið í høvuðsheitum er innan alternativan og til tíðir experimenterandi rock, er sera langur, har ímillum nøvn sum Pixies, Nirvana, PJ Harvey, Jawbreaker, The Breeders og Slint teljast. Í 2004 varð mett, at Albini hevði verið ljóðteknikari á umleið 1.500 útgávum. Inntil deyða hansara er síðani mett, at hetta talið bert er voksið við fleiri túsund.
Sjálvur dámdi honum betri at verða nevndur ”teknikari” heldur enn ”framleiðari”, og sá hann sín leiklut meira sum tann hjá einum rørsmiði. Hetta kunnar eitt sindur um ”indie”-áskoðan Albinis; at hann var eyðmjúkur, óerrin, greiður og ærligur um sín part sum teknikari. Og tískil var millum krøv hansara til aðrar bólkar, hann hjálpti, mangan at ikki verða goldin eyka samsýning fyri arbeiði sítt. Hetta hóast hann, spyr tú meg, í roynd og veru legði grundvøllin undir ljóðinum hjá bólkum s.s. Pixies – eitt ljóð, sum síðan at næsta gjøgnumbrotsútgáva teirra kom út í 1988, er vorðið eitt heilt serstakt ljóð, mangan hermt eftir.
Albini er allarhelst eitt hitt allarbesta dømið um ein undirgrundstónleikara og -teknikara, sum gjøgnum alt sítt skeið var áhaldandi trúfastur mótvegis sínum rótum og framvegis megnaði at eydnast – "succes" er eitt í so kraftaleyst orð her – hetta hóast hann aldri víkti ella gav seg undir, so at hansara sannføring sveið.