Sterki maðurin í Ungarn hevði langa leið upp á tindin

Umstríddi ungarski stjórnarleiðarin Victor Orbán byrjaði í einum liberalum ungdómsflokki

Jógvan Svabo Samuelsen
23. februar 2018 kl. 14:14

Umstríddi ungarski stjórnarleiðarin Victor Orbán byrjaði í einum liberalum ungdómsflokki, men seinni skifti flokkurin ham og gjørdist ein konservativur flokkur fyri øll. Í dag situr Orbán tryggur sum forsætisráðharri og ger tað allarhelst eisini eftir tjóðartingsvalið í apríl mánaði


Hann er kanska ikki so kendur um okkara leiðir, sterki stjórnarleiðarin í Ungarn, men hann hevur meiri enn einaferð gjørt lívið trupult fyri valdsapparatið í Evropeiska Samveldinum ES. Viktor Orbán er 54 ára gamal, og varð føddur í býnum Székesfehérvár í Ungarn tann 31. mai 1963. Hann gjørdist løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Budapest í 1987, og starvaðist eftir hetta sum sosiologur í tvey ár á einum leiðslulæringsstovni undir landbúnaðar- og føðslumálaráðnum í Ungarn. Í 1989 vann hann sær skúlastuðul úr Soros-grunninum til at lesa stjórnmálafrøði á víðagitna Pembroke College í Oxford í Onglandi. Men longu árið eftir, í januar 1990, fór hann heim aftur til Ungarn, har hann stillaði upp til fyrsta demokratiska parlamentsvalið aftan á kommunismurnar fall í landinum.


Søgan handa dagsins Ungarn

Ungarn er eitt gamalt søguligt land, og stovnanin av landinum verður vanliga ásett til ár 895. Í 1526 gjørdist kongaríkið Ungarn partur av tiltikna Habsburg-kongsveldinum. Í 1867 varð felags kongsríkið Eysturríki-Ungarn sett á stovn, og var hetta felags kongsríkið óskalað til endan av fyrra veraldarbardaga í 1918, tá Eysturríki-Ungarn smokkaði saman sum avleiðing av krígnum. Fyrri veraldarbardagi byrjaði við morðinum á Franz Ferdinand, erkahertogan, sum var krúnarvingur til felags kongsríkið Eysturríki-Ungarn. Hann bleiv skotin í Sarajevo í Bosnia-Herzegovina í 1914, sum førdi við sær stóra diplomatiska kreppu kring alt Evropa, og varð byrjanin til fyrra veraldarbardaga.

Í 1918 bleiv hitt fyrsta ungarska fólkalýðveldið sett á stovn. Undir seinna veraldarbardaga kom Ungarn undir ræðið hjá Nazi-Týsklandi, og eftir seinna veraldarbardaga í 1946 varð so annað ungarska lýðveldið sett á stovn. Tað helt bert í trý ár, og í 1949 varð ungarska fólkalýðveldið aftur sett á stovn, hesaferð undir ræði av Sovjettsamveldinum. Tá Sovjettsamveldið fór í upploysn í 1989, varð triðja ungarska lýðveldið stovnað. Fyrsta demokratiska valið í Ungarn var í 1990, og millum tey, sum stillaðu upp tá, var eisini ein ungur evnaríkur maður nevndur Viktor Orbán, sum stillaði upp fyri tá ungdómsflokkin Fidesz. Í 2004 gjørdist Ungarn limur í Evropeiska Samveldinum ES, og í dag búgva har góðar 10 mió. íbúgvar. Av teimum búgva umleið 1,75 mió. í høvuðsstaðnum Budapest.


Frá ungdómsflokki til stjórnarflokk

Upprunaliga var politiski flokkurin hjá Viktor Orbán ein ungdómsflokkur. Navnið á flokkinum, Fidesz, er ein samanrenning av ungarsku orðunum handa floksnavnið ”Fiatal Demokraták Szövetsége”, ið merkir Samgongan millum ungar demokratar. Tá flokkurin bleiv stovnaður í 1988, var hann ein liberalur ungdómsflokkur. Fram til 1993 var eisini aldurshámark fyri, hvør kundi gerast limur í Fidesz. Ein skuldi ikki vera eldri enn 35 ár fyri at kunna gerast limur. Fidesz stillaði upp til fyrsta demokratiska parlamentsvalið í 1990 og fekk 8,95% av atkvøðunum. Í 1994 royndu teir seg aftur, men flokkurin fekk tá eitt lutfalsliga vánaligt val, og fekk bert 7,02% av atkvøðunum. Eftir skuffandi valúrslitið í 2004 skifti flokkurin ideologiska kós. Hann fór frá at vera liberalur til at vera konservativur, og skoytt bleiv upp í floksnavnið: – Ungarski Fólkaflokkurin. Henda snaring á politiska ásinum skuldi vísa seg at loysa seg, og til parlamentsvalið í 1998 kom so stóra gjøgnumbrotið hjá Fidesz, tá flokkurin fekk heili 29,48% av atkvøðunum, og Viktor Orbán gjørdist forsætisráðharri.


Viktor forsætisráðharri fyrstu ferð í 1998

Til parlamentsvalið í 1998 fóru Fidesz, flokkurin Ungarskt Demokratiskt Forum (MDF) og flokkurin FKGP á val saman. Teir fingu tilsamans góð 42% av atkvøðunum og vunnu harvið valið og valdið. Stjórnarleiðari og forsætisráðharri gjørdist Viktor Orbán úr Fidesz. Samgongan gjørdi víðfevndar broytingar í landsfyrisitingini, umskipaði stjórnarráð og innførdu eitt super-fíggjarmálaráð. Í Ungarn verður ikki skilt millum politisk og fyrisitingarlig størv í fyrisitingini, og tískil viðførdi hetta, at fleiri túsund fólk mistu sítt starv í fyrisitingini. Miðsavnanin av valdinum var av álvara byrjað.


Í andstøðu í 2002

Til parlamentsvalið í 2002 misti Viktor Orbán og samgonga hansara valdið til sitandi andstøðu. Valið var ógvuliga tætt, og valluttøkan var methøg. Men lítið nyttaði, og Fidesz og Viktor Orbán vórðu sett á síðulinjuna næstu fýra árini. Til parlamentsvalið í 2006 var Viktor Orbán aftur stjórnarleiðaravalevni fyri Fidesz, men aftur hesaferð gjørdist hann og flokkur hansara ov stuttir, og aftur stóðu fýra ár í andstøðu fyri framman hjá teimum.

Aftan á tveir valósigrar á ráð var framtíðin hjá Viktor Orbán sum leiðara í Fidesz í vanda. Men hann megnaði at fóta sær innanhýsis, og megnaði at stýra rundan um politisku skerini í flokkinum, og bleiv í mai 2007 afturvaldur sum forseti í Fidesz í enn eitt valskeið.


Loynitalan sum gjørdist almenn

Tann 16. september 2006 kom eitt loyniljóðband í ljósmála. Samrøðan, ella rættari talan, var hildin á einum afturlatnum fundi í Ungarska Sosialistiska Flokkinum MSZP. Talan var hildin tann 26. mai 2006, har táverandi forsætisráðharrin í Ungarn, Ferenc Gyursány úr MSZP, á ein heldur óvanliga erligan hátt greiðir frá, um hvussu hann og Ungarski Sosialistiski Flokkurin høvdu logið fyri veljaranum í brátt farna valstríði, alt fyri at endurvinna valdið. Allar tær stóru broytingarnar, sum flokkurin ætlaði at gjøgnumføra eftir valið, og sum teir hildu duldar í valstríðnum. Øsingin av hesi loynitalu var ovurhondsstór, og hetta kom fyri altíð at skaða trúvirðið hjá Ferenc Gyursány og MSZP.


Sosiala fólkaatkvøðan hjá Fidesz

Tann 26. oktober 2006 fór Viktor Orbán alment út og kunngjørdi, at hann og Fidesz ætlaðu at senda sjey spurningar til fólkaatkvøðu. Og 17. desember 2007 blivu tríggir av hesum spurningum góðkendir til at fara á fólkaatkvøðu. Hesir spurningar vóru: 1) um gjald fyri at fara til læknan; 2) um gjald fyri at liggja á sjúkrahúsi; og 3) um gjald fyri at ganga á lærdum háskúla. Henda fólkaatkvøðan var – ikki av tilvild – gjørd beint ímóti politikkinum hjá sitandi samgonguni, serliga forsætisráðharraflokkinum, tí sosialistiska flokkinum MSZP.

Tann 9. mars 2008 var so fólkaatkvøða í Ungarn um hesar tríggjar spurningar. Fólkaatkvøðan gekk sera væl fyri Viktor Orbán og Fidesz, og uppmøtingin til fólkaatkvøðuna varð størri enn spátt frammanundan í veljarakanningunum. Viktor Orbán sigraði í øllum trimum spurningunum, og Sosialistiski Flokkurin MSZP fekk sum vátan vøtt í gronina. Tann 31. mars 2008 var av áðurnevndu fólkaatkvøðu komið vátt í reiðrið millum samgonguflokkarnar MSZP og SZDSZ, og SZDSZ valdi at taka seg úr samgonguni frá 1. mai 2008. Eftir hetta var MSZP so einsamallur í minnilutastjórn, tann fyrsta í søgu Ungarns, fram til parlamentsvalið í 2010.


Viktor Orbán aftur forsætisráðharri í 2010

Til parlamentsvalið í apríl í 2010 fingu Viktor Orbán og Fidesz eitt veruligt comeback. Fidesz-flokkurin fekk einsamallur heili 52,73% av atkvøðunum, og meiri enn tveir triðingar av øllum tingsessunum. Viktor Orbán gjørdist sjálvsagt forsætisráðharri aftur. Men við hesum stóra tingmeiriluta vóru serligir møguleikar opnir fyri Viktor Orbán. Fidesz og Viktor Orbán høvdu nú møguleikan at gera broytingar í grundlógini, uttan at spyrja nakran annan eftir.


Umstríddar grundlógarbroytingar 2012

Fyri at gera grundlógarbroytingar í Ungarn krevst, at ein hevur ein meiriluta á minst tveir triðingar í parlamentinum. Hevur ein tað, so kann ein gera grundarlógarbroytingar beinleiðis í parlamentinum, t.e. uttan fólkaatkvøðu. Eftir parlamentsvalið í 2010 fóru Fidesz og Kristiligi demokratiski fólkaflokkurin í samgongu saman, og hesir báðir flokkar høvdu yvir tveir triðingar av limunum í parlamentinum. Hetta gjørdi samgonguna sera sterka, og hetta vald lótu teir ikki lata liggja.

Tað blivu tí gjøgnumførdar stórar broytingar í grundlógini, broytingar sum bæði innanhýsis í Ungarn, og á altjóða politiska pallinum, møttu stórari mótstøðu. Nakrar av broytingunum vóru at fækka um heimildirnar hjá grundlógardómstólinum, soleiðis at grundlógardómstólurin ikki longur kundi gera úrskurðir um, at lógir, sum longu vóru í gildi, eisini vóru í stríð við grundlógina. Eisini viðførdu grundlógarbroytingarnar, at fráfaringaraldurin hjá dómarum bleiv lækkaður. Nakað sum mótstøðufólk søgdu var beinleiðis gjørt fyri, at ruddast kundi út millum teir meiri samstarvstuplu dómararnar.

Fjølmiðlarnir blivu eisini fjøtraðir. Framyvir vórðu tað bert almennu statsmiðlarnir, sum sluppu at siga frá valum til nationala parlamentið og til ES-tingið. Tá tað kom til tey lesandi bleiv ásett, at hesi skuldi arbeiða ávísa tíð í Ungarn, eftir at tey vóru vorðin útlærd, ella máttu tey gjalda skúlagjaldið aftur. Eisini bleiv ásett, at sersømdir skuldu játtast siðbundnu familjunum, og staðfest bleiv, at hjúnaband og foreldur-barn sambandið var hornasteinurin undir siðbundu familjuni. Hesar seinastu ásetingarnar eru tó neyvan so umstríddar allastaðni, heldur ikki í Evropeiska Samveldinum ES.


Afturvaldur sum forsætisráðharri í 2014

Fidesz og Viktor Orbán fingu enn eitt fráíkt parlamentsval í 2014, tó ikki eins gott og í 2010. Samgongan hjá teimum fekk aftur hesaferð tveir triðingar av tingsessunum, sum merkti, at teir umframt vanligt lóggávuvald eisini fingu nakrar serligar heimild, millum annað at gera grundlógarbroytingar. Hesin super-meiriluti á tveir triðingar vardi tó ikki leingi. Super-meirilutin var bert ein einstakan tingsess omanfyri tveir triðingar. Árið eftir, í 2015, fór umboð í samgonguni í ES-kommissiónina, og hesin tingsessur skuldi tí veljast av nýggjum. Fidesz megnaði ikki at endurvinna tingsessin, og harvið var super-meirilutin á tveir triðingar av á hesum sinni.

Næsta parlamentsval í Ungarn verður 8. apríl í ár. Í nærum øllum veljarakanningunum í ár hevur samgongan millum Fidesz og Kristiliga Demokratiska Fólkaflokkin staðið til at fáa meiri enn helmingin av øllum atkvøðunum. So tað er neyvan nakar ivi um, at forsætisráðharrin og stjórnarleiðarin í Ungarn framvegis eitur Viktor Orbán eftir tann 8. apríl í ár. Spurningurin er heldur, um hann enn einaferð megnar at skava saman meiri enn tveir triðingar av øllum tingsessunum í parlamentinum.