Stephen Hawking verður jarðaður undir liðini á Sir Isaac Newton

Stephen Hawking skal jarðast í sama kirkjugarði sum Sir Isaac Newton og Charles Darwin.

Jákup Højgaard
21. mars 2018 kl. 11:00

Bretski vísindamaðurin Stephen Hawking skal jarðast undir liðuni á Sir Isaac Newton og Charles Darwin.

Tað veit bretska blaðið The Guardian at siga.

Stephen Hawking doyði í farnu viku. Hann gjørdist 76 ára gamal.

- Sjálvsagt skal Stephen Hawking leggjast til hvíldar saman við øðrum stórum vísindamonnum  sum Sir Isaac Newton og Charles Darwin.

Sigur John Hall, dekanur á Westminster Abbey.

Sir Isaac Newton fór til jarðar har í 1727 og Charles Darwin í 1882. Enn er ikki almannakunngjørt nær Stephen Hawking verður jarðaður.

- Aðrir kendir vísindamenn eru eisini jarðaðir her. Teir seinastu eru Ernest Rutherford í 1937 og Joseph John Thomson í 1940. Vit halda tað vera týdningarmikið at vísindi og átrúnaður arbeiða saman fyri at svara lívsins stóru spurningum.

Sigur John Hall at enda.