Stephen Hawking deyður

Bretski kjarnorkufrøðingurin og professarin, Stephen Hawking doyði í heimi sínum í Cambridge tíðliga mikumorgunin, sigur...

Alda Nielsdóttir
14. mars 2018 kl. 11:08

Bretski kjarnorkufrøðingurin og professarin, Stephen Hawking doyði í heimi sínum í Cambridge tíðliga mikumorgunin, sigur talsfólk hjá familjuni. Hakwing gjørdist 76 ára gamal.

Bretski náttúruvísindamaðurin var viðagitin fyri sítt arbeiði við svørtum holum og  relativiteti, og hann skrivaði fleiri náttúruvísindabøkur, m.a. "A Brief History of Time" (Ein stutt søga um tíð).

Sum bert 22 ára gamal fekk Stephen Hawking staðfest sjúkuna ALS, og læknar góvu honum nøkur fá ár at liva í, men hann fekk heili 54.

Sjúkan gjørdi, at hann noyddist at sita í koyristóli og at tosa gjøgnum eina maskinu.

Stephen Hawking var eisini við í fleiri kendum sjónvarpsrøðum, m.a. The Simpsons og The Big Bang Theory.

Eisini var persónur hansara lýstur í fleiri filmum og sjónvarpsrøðum, seinast var í 2014, tá hann varð spældur av Oscar-vinnarinum Eddie Redmayne í "The Theory of Everything" (Ástøðið um alt).

Um Stephen Hawking

Hann varð føddur 8. januar 1942 í Oxford í Englandi. Hann las náttúruvísindi á universitetinum í Oxford og fekk sína PhD í Cambridge. Í 1963 fekk hann staðfest ALS og fekk bert tvey ár eftir at liva í. Í 1988 gav hann út bók sína "A Brief History of Time" ið hevur selt meira enn 10 milliónir eintøk. Síðst í 90 árunum gingu søgur um, at hann fekk bjóðað riddarakrossin, og tíggju ár seinni avdúkaði hann at hann hevði takkað nei vegna trupulleikum við almennu játtanini til náttúruvísindi.