Stendur Hoyvíkar skúli endiliga fyri tørni?

Ein skjót leiting á alnótini avdúkar eina tíggju ára langa søgu við lyftum til Hoyvíkar skúla. Lyfti, sum ikki hava verið hildin.

Leivur Simonsen
10. oktober 2024 kl. 12:29

Yvirskriftir sum “Nú skal Hoyvíkar skúli dagførast” (2013), “Hoyvíkar skúli skal raðfestast” (2015) og “Nú stendur Hoyvíkar skúli fyri tørni” (2015) tala sítt týðiliga mál um, at Hoyvíkar skúli leingi hvørki hevur verið “dagførdur” ella “raðfestur”.

 

Undan seinasta kommunuvali varð eisini nógv lovað um, at nú stóð Hoyvíkar skúli “fyri tørni” – ja, Hoyvík sum heild!


Onki løgi var í hesum vallyftunum – at nú stóð Hoyvíkar skúli fyri tørni. Heldur var tað sjálvsagt, tí skúlastýrið í Hoyvíkar skúla, sum eg sjálvur havi verið partur av seinastu sjey árini, hevur í fleiri ár gjørt vart við, at karmarnir á skúlanum ikki eru nøktandi. Fleiri støðulýsingar hava staðfest, at Hoyvíkar skúli er ótíðarhóskandi, og at hann hevur bráðneyðugan tørv á umvælingum og miðvísum útbyggingum. Í roynd og veru er støðan so átrokandi, at skúlin eigur at fáa eina nýbygging

Tað hevur verið lovað, at farast skuldi undir hesar átrokandi umvælingar og útbyggingar í drúgva tíð. Men hvat er hent!? Jú, ein barakk er sett upp og aðrar lappaloysnir gjørdar! Her er ongin heildarætlan, sum vísir á ein dagførdan Hoyvíkar skúla.

 

Nú er bíðað nóg leingi! Tíðin er komin til, at lyftini gerast veruleiki! Hoyvíkar skúli eigur tí at hava hægstu raðfesting á skúlaøkinum hjá komandi býráði í Tórshavnar kommunu.

Hesum vil eg virka fyri!


Leivur Simonsen
Valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar kommunu