Hvørt ár málar Stella eina seriu við sínum eyðkennis málningum, sum hon kallar Red Thread Serian. Hesir málningar eru málaðir við gráum og reyðum.
Í ár hevur Stella gjørt av at málningarnir, sum hon sýnir fram, eru grundaðir á kristnu trúnna við serligum atliti at heimila og motivera kvinnur, lýsa bíbliusøgur og orð til íblástur og sjálvt um málningarnir eru grundaðir á trúnna, so eru øll hjartaliga vælkomin.
Hvørt ár málar Stella eisini ein málning við krossfesting Jesusar og tað ger hon eisini í ár og verður tann málningurin eisini við á framsýningini.
Framsýninigin verður ein dag og tað er leygardagin 1. apríl í Brúgvini á Hotel Brandan og verður ferniseringin kl. 15.00 har tær tríggjar Kezia Zachariassen, Annika Skorheim Guttesen og Poula Dalbø fara at dansa dynamiskan hip-hop dans.
Te, kaffi og lekkrir brellbitar verða at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin.