Heitið á málningaframsýningini er HEIMLANDIÐ, og eru hetta málningar hjá Stellu, sum lýsa Føroyar gjøgnum hennara eygu. Stella vísir við sínum málningum ymisk fyribrygdi, mentanarvirði, lív og náttúrustøð, sum hon fangar tað við sínum eygum. Eisini kann leggjast afturat at málningarnir eru sera litríkir.
Stella tekur í løtuni eina listútbúgving og tað er við hesum ymisku førleikum hon hevur málað hesar málningar.
Ein kapping er á hennara Facebook-síðu í samband við framsýningina. Lesið har um meira.
Opið verður soleiðis:
28/1 frá klokkan 12-18
29/1 frá klokkan 10-16
30/1 frá klokkan 14-18
31/1 frá klokkan 12-18
1/2 frá klokkan 12-18