07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:
07 Vestur hevur í dag valt at steðga samstarvinum við Steffen Landro. Avgerðin hevur onki við úrslitini hjá besta liðnum at gera, men er ein spurningur um í hvønn rætning felagið skal fara komandi tíðina.
Tað er ongin loyna at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri í ungdómsarbeiðnum seinastu sløku 10 árini.
-Úrslitini av hesari íløguni ynskja vit at síggja á besta liðnum komandi árini og tað er her, at áhugamálini hjá felagnum og Steffen ikki samsvara heilt, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur, sum harmast um at samstarvið ikki eydnaðist betur.
Hettar samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, sum er at varðveita plássið í Betri deildini, samstundis sum menningin av okkara ungu leikarum verður sett í fremstu røð, sigur nevndin í felagnum. Tí er neyðugt at taka hetta stigið nú, so meira fokus kemur á menningina komandi tíðina.
07 Vestur takkar Steffen fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byr framyvir.