Steffan var tvífaldur málskjútti

NSÍ vann tryggan sigur í ólavsøkudystinum ímóti B68

Jóannes Hansen
29. juli 2024 kl. 20:29

Veðrið var fínt, tað vóru nógvir áskoðarar, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð gelti fýrverki á Tórsvølli. Tað vóru tey í gulu leguni, sum fegnaðust, tá ið máltavlan vísti 1-4. B68 var heimalið á Tórsvølli. Báðir partar vunnu í inntøku, men á støðutalvuni var tað NSÍ, sum flutti seg.

4-1 sigurin ber við sær, at NSÍ nú hevur 31 stig, meðan tapið ber við sær, at B68 framvegis hevur 11 stig.

NSÍ er á fjórða plássi, og tað er átta stig aftur til fimta plássið og B36, sum sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

B68 er á áttanda plássi. Tað er eitt stig aftur til EB/Streym, sum við úrtøku ímóti B36 fer at trýsta toftamenn undir aftur niðurflytingarstrikuna, har B68 hevur verið stóran part av kappingarárinum.

B68 legði bragdligari fyri á Tórsvølli í dag, og fyrra partin av fyrra hálvleiki var B68 meiri ágangandi og fleiri ferðir í álopi, og tað vóru spentar støður kring og í NSÍ brotsteiginum.

Men mál broyta dystir, og tá ið Klæmint A. Olsen í 34. minutti økti um NSÍ leiðsluna til 20, varð NSÍ leikliga omaná. Klæmint A. Olsen, sum 17. juli fylti 34 ár, skoraði í dysti nummar 290 í bestu landskappingini fyri 238. ferð í bestu landskappingni.

Uppleggið átti Petur Knudsen, sum sneiddi seg leysan á baklinjuni í vinstru, áðrenn hann legði innfyri. Tórður Thomsen í B68 málinum hálvbjargaði fyrru royndini hjá Klæminti, sum var fyrstur á returbóltinum og skoraði.

Eitt lítið korter var farið, tá ið eyðsýndi NSÍ miðvallarin Beinir Nolsøe setti hol á. Tað var eftir framlegging úr vinstru og eftir eitt sindur av aftur og fram. Bólturin støkk frá Klæminti A. Olsen og ímóti handara stólpa, har Beinir Nolsøe setti bóltin dygt inn við stólpanum.

B68 royndi eftir steðgin aftur at leggja bragdliga fyri, tá ið bæði Villiam Emil Klein og Jóhan Josephsen vórðu skiftir inn. Men tað var NSÍ, sum økti um leiðsluna. Málskjútti var miðvallarin Steffan A. Løkin, og uppleggið átti miðverjin James Drye.

B68 minkaði um munin, tá ið Alex Mellemgaard, sum var miðverji, umsetti brotsspark til mál. Tað varð ongantíð spennandi, tí tað restaðu 10 minuttir, tá ið B68 minkaði um munin til 3-1, og fýra minuttir undan leikloki var tað Steffan A. Løkin, sum eftir sending frá Peturi Knudsen úr brotsteiginum og í høgru smekkaði bóltin upp undir nettakið og varð tvífaldur málskjútti. Steffan hevur nú skorað sjey mál, og Klæmint A. Olsen hevur skorað átta mál. Toppskjútti hjá NSÍ er Petur Knudsen, sum hevur skorað 10 mál, og sum hevur lagt upp til eina rúgvu av NSÍ málunum í ár. Í dag átti hann uppleggið til tvey mál.

 

B68 – NSÍ  1-4 (0-2)

0-1: Beinir Nolsøe 14.

0-2: Klæmint A. Olsen 34.

0-3: Steffan A. Løkin 60.

1-3: Alex Mellemgaard br 80.

1-4: Steffan A. Løkin 86.

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Alex Mellemgaard, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Karsten Clementsen, Andreas Pettersen, Hanus Højgaard – Bartal Páll Klein

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, James Drye, Aron Knudsen – Beinir Nolsøe, Betuel Hansen, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen