Stefan var bestur í mars

Undan dystinum á Svangaskarði millum B68 og HB, varð Stefan Radosavljevic heiðraður fyri góðu avrikini í Betri Deildini í mars mánað

Stefan Radosavljevic og Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya. (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sigurjón Einarsson
2. apríl 2022 kl. 21:43

Vit kenna tað best úr ensku Premier League, har besti spælarin, besti ungi spælarin og besti venjarin hvønn mánað verða heiðraðir. Og í samstarvi við Betri og EFFO, er FSF nú fari undir hendan leistin í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum.

Fyrstur, at verða kosin til besta spælara í mánaðinum, var Stefan Radosavljevic úr HB. Av tíggju møguligum atkvøðum, fekk Stefan Radosavljevic átta. Nummar 2 gjørdist Sebastian Lau Nielsen úr B68, og á triðja plássi kom Jasper Van Der Heyden úr 07 Vestur. 

– Hetta er sjálvandi nakað serligt, og eg eri eisini sera fegin og glaður um hendan heiðurin. Men tað hevur eisini gingið liðnum væl, og eingin ivi skal heldur vera um, at mínir liðfelagar eiga ein stóran lut í hesum, sigur Stefan Radosavljevic við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið hava eitt gott og breitt innlit í fremstu deildirnar hjá bæði kvinnum og monnum, ið velja besta spælaran hvønn mánað.

Fyri heiðurin fekk Stefan Radosavljevic handað eitt gávukort upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, við áskriftini, at hann var besti spælarin í Betri Deildini hjá monnum í mars 2022. Tað var Kristmund Johannessen, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, ið stóð fyri handanini.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo