Stefan hevur skrivað undir tvey ára sáttmála

Sligo Rovers verður í hvussu so er tvey tey næstu árini heimaliðið hjá Stefan Radosavljevic í írskum fótbólti

Jóannes Hansen
10. februar 2023 kl. 18:27

Í dag hevur Stefan Radosavljevic skrivað undir sáttmála við Sligo Rovers. Talan er um felag í bestu deildini í Írlandi, og sáttmálin millum Sligo Rovers og Stefan Radosavljevic er galdandi fram til ársenda 2024.

Á heimasíðu síni skrivar Sligo Rovers soleiðis:

Leygarkvøldið 18. februar klokkan 19.45 verður fyrsti landskappingardysturin í ár. Hann verður ímóti meistaraliðnum Shamrock Rovers, og vit eru fegnir at siga frá, at felagið í dag og eina góða viku undan fyrsta landskappingardystinum hevur skrivað undir sáttmála við Stefan Radosavljevic, sum er føroyskur landsliðsspælari.

Venjarin, John Russel, sigur seg vera væl nøgdan við, at tað er eydnast at fáa Stefan Radosavljevic í felagið:

- Eg eri fegin um, at Stefan loksins er partur av liðnum. Í fleiri mánaðir havi eg tosað við Stefan og umboðsmannin hjá honum um møguleikan at fáa Stefan at umboða okkum. Hann er spælari við nógvum dygdum. Hann er framrættaður spælari, sum bæði kann spæla í 9ara og 10ara leiklutunum. Hann er í føroyska landsliðshópinum, og í samrøðum okkara millum havi eg fingið greiða fatan av, at talan er um spælara, ið einki hevur ímóti at leggja nógv fyri í strembanini eftir at røkka langt sum fótbóltsspælari. Hann passar væl til tann spælaraprofilin, sum vit vildu hava, og eg hugsi, at fjeppararnir hjá okkum fara at fagna honum, sigur venjarin við heimasíðuna hjá Sligo Rovers.

Tað er møguleiki fyri, at Stefan longu í morgin fer á vøllin í Írlandi, tá ið Sligo Rovers fer at spæla vinardyst á heimavølli ímóti Finn Harps.

Írska landskappingin byrjar um eina viku.