Starvsnevndin hjá ÍSF er nú aftur fullmannað. Hetta er greitt eftir eykaaðalfund í gjárkvøldið, tá Eva Vilhelm varð vald í starvsnevndina. Tað var Róðrarsambandið, sum stillaði Evu upp.
Í starvsnevndini sita nú Elin Heðinsdóttir Joensen - forseti, Magnus Tausen - varaforseti, Kerstin Laksáfoss, Anna Maria Toftegaard og Edna Maria Debes - íðkraumboð. Og á eykaaðalfundi hjá ÍSF gjørdist greitt, at seinasti limurin verður Eva Vilhelm.
Eva er ættað úr Trongisvági, men hevur seinastu árini búð í Hósvík. Hon er 27 ára gomul og hevur verið sera virkin í kappróðri, frá 2020-2023 sum forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag.
- Eg eri sera fegin og takksom um at sleppa at arbeiða við føroyskum ítrótti og strategiini, sum ÍSF hevur ment. Í Hósvíkar Róðrarfelagi hava vit arbeitt eftir leiðreglunum hjá ÍSF, og síðani vit byrjaðu uppá tað, er felagið vaksið munandi, sigur Eva og heldur fram:
- Børn, sum aldri høvdu valt kappróður, teljast nú millum okkara bestu rógvarar. So eg havi sæð, hvønn týdning arbeiðið hjá ÍSF hevur. Eg gleði meg til at gerast ein partur av tí og arbeiða víðari við hesum leisti, sigur Eva Vilhelm.
Valið til seinasta starvsnevndarlimin stóð ímillum Gunnar Djurhuus, sum Hondbóltssambandið innstillaði, og so Evu Vilhelm, sum altso endaði við at draga longra stráðið.
ÍSF takkar valevnunum og ynskir Evu vælkomnari í starvsnevndina.
Á eykaaðalfundinum bleiv gullnál handað Esmari Joensen, formann í Skjótsambandi Føroya. Esmar hevur verið formaður í Skjótsambandinum síðani 2018.
Esmar Joensen, formaður í Skjótisambandi Føroya og Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.