Starvsmannafelagið: Ikki talingur um nýggjar samráðingar

Sama hvat úrslitið av orrustini ímillum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður, so ætlar Starvsmannafelagið ikki, at eitt komma skal broytast í gjørda sáttmálanum

Ingolf S. Olsen
19. juni 2020 kl. 19:20

Tað kemur ikki upp á tal at fara aftur til samráðingarborðið at gera broytingar í nýggja sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF. Tað slær Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, rimmarfast.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vrakaði 5. juni sáttmálan, sum KAF og Starvsmannafelagið skrivaðu undir 3. juni. Hetta góðtók KAF ikki og gav fíggjarmálaráðharranum freist til týsdagin í hesi vikuni at umhugsa sína støðu av nýggjum og góðkenna sáttmálan. Týsdagin gekk KAF tó eini umbøn hjá fíggjarmálaráðharranum á møti um at leingja freistina í tríggjar dagar til fríggjadagin 19. juni.

Liðug at samráðast
Men uttan mun til, hvat úrslitið av orrustuni ímillum fíggjarmálaráðharran og KAF verður, so ætlar Starvsmannafelagið sær ikki aftur til samráðingarborðið at viðgera gjørda sáttmálan av nýggjum. Og har skal heldur ikki broytast eitt komma, sigur Súni Selfoss.

- Vit hava gjørt ein sáttmála við ein sáttmálapart, sum vit sjálvandi ganga út frá hevur sínar heimildir í lagi. Og vit hava eina nevndarsamtykt, sum sigur, at vit halda fast um tann sáttmálan, og at okkara samráðingar um hann eru lidnar. Soleiðis er tað, og soleiðis verður tað, sigur hann.

Súni Selfoss leggur tó dent á, at hann og Starvsmannafelagið ikki leggja seg út í sjálvt stríðið ímillum Fíggjarmálaráðið og KAF – eitt stríð, sum er vorðið ímyndað sum eitt stríð ímillum floksfelagarnar Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra og formann Fólkafloksins, og Anniku Olsen, forkvinnu í KAF og borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, vald fyri Fólkaflokkin.

Ákæra um lógarbrot
9. juni høvdu nevndin í KAF og leiðslan í Kommunufelagnum fund um málið. Eftir fundin, sendu tey út tíðindaskriv, har millum annað hetta stóð:

“Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar, og hevur tryggjað limunum í Starvsmannafelagnum eitt javnt lønarlag fyri allar limir felagsins, annaðhvørt hesir starvast á sáttmálaøkinum hjá landinum ella kommununum.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kann undir ongum umstøðum góðtaka, at Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum niður í smálutir.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir avgerðina hjá landsstýrismanninum at vera greitt brót á § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini.”

- Hatta er kjarnan í málinum, sum eg eisini fult og heilt havi hildið meg til, og tað fari at framhaldandi at gera. Stríðið tykist mest av øllum vera eitt maktstríð ímillum Jørgen Niclasen og Anniku Olsen, og tað stríðið tími eg ikki at blanda meg uppí, sigur Súni Selfoss.

Møguligt rættarmál
Stendur fíggjarmálaráðharrin við sítt, ella KAF skuldi boygt seg – sum onki tó bendir á – so væntar og vónar formaðurin í Starvsmannafelagnum, at tað verður rætturin, sum fær seinasta orðið, tí hann heldur, at tað er har, ein avgerð á trætuni hoyrir heima, heldur enn í Landsstýrismálanevndini, sum eisini hevur verið nevnd sum ein møguleiki.

- Eg gangi út frá, at Annika Olsen saman við restini av borgarstjórunum heldur seg til sáttmálan og syrgir fyri, at hann verður galdandi. Men kemur tað til skarpskeringar, so vóni eg, at málið endar í rættinum, tí tað snýr seg jú um, hvørt fíggjarmálaráðharrin brýtur ásetingina í kommunustýrislógini ella ikki. Fer málið í landsstýrismálanevndina er vandi fyri, at málið verður uppaftur meira politiserað, enn tað longu er, sigur Súni Selfoss.

Umbøn frá ráðharranum
Áðrenn Jørgen Niclasen vrakaði sáttmálan ímillum Starvsmannafelagið og KAF, hevði hann roynt at fingið Starvsmannafelagið at víkja frá sáttmálanum, sum hann sjálvur – tað er Fíggjarmálaráðið – hevði gjørt við Starvsmannafelagið 30. januar. Hesin sáttmálin var grundarlagið undir samráðingunum ímillum Starvsmannafelagið og KAF.

Ítøkiliga vildi fíggjarmálaráðharrin hava Starvsmannafelagið at sleppa lønarhækkingini uppá 2,25 prosent fyri tað seinna sáttmálaárið – frá 1. oktober í ár til 1. oktober 2021.

Grundgevingin var, at koronakreppan hevur vent samfelagsbúskapinum upp og niður.

Skuldu vera jarnbrot
Hesum hevur Starvsmannafelagið víst aftur, og Súni Selfoss vísir eisini aftur, at talan yvirhøvur var um eina roynd hjá fíggjarmálaráðharranum at fáa samráðingar í lag.

- Eg síggi, at hann alment sigur seg hava viljað samráðst um spurningin við okkum, men tað er ikki satt. Eg spurdi hann ítøkiliga, tá hann bar sítt ynski fram, hvat vit gjørdu, um tað vísti seg, at teirra døpru búskaparforsagnir ikki hildu, altso um okkurt so lá og bíðaði eftir okkum 1. oktober, um vit søgdu tað frá okkum nú. Nei, so er tað bara harmiligt, var svarið. Hann váttaði beinleiðis, at talan ikki var um nakra samráðing, men bert um, hvørt vit vildu strika lønarhækkingina ella ikki, sigur Súni Selfoss.

- Tað er onki at ivast í, at Jørgen Niclasen ætlaði at brúka annuleringina av sáttmálanum við Starvsmannafelagið sum jarnbrot fyri at kunna dumpa lønarkrøvini hjá hinum fakfeløgunum - tað finna vit okkum ikki í, og tað veit hann eisini, men hann brúkar allar snildir at spjaða samhaldið millum fakfeløgini. Men tað skal ikki eydnast honum, slær hann fast.

Gakk sjálvur undan
Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur tað vera ikki sørt provokerandi, at fíggjarmálaráðharrin roynir at gera inntriv í sáttmálar, sum langt síðani eru gjørdir og eru farnir at virka.

- Hansara áheitan er, at vit skulu vísa hógv. Tað endurtekur hann allatíðina. Men hví gongur hann so ikki á odda sjálvur og minkar sína egnu løn, so tað munar? Og hví tekur hann so ikki aftur alt ella ein stóra part av tí fiskatilfeingi, sum politiska skipanin hevur latið út fyri onki?

- Hevði hann lagt á tann garðin fyrst, so rokni eg eisini við, at løntakarin onkursvegna hevði kunnað sagt, ok, her sær út til at liggja meira í hesum, enn at lønmóttakarin bara skal betala alt. Gekk hann á odda, samstundis sum at ókeypis útlutingin varð rullað aftur, so hevði fíggjarmálaráðharrin havt størri møguleika fyri at fingið eitt fólksligt forstáilsi fyri sínum áheitanum á onnur um at vísa hógv, sigur Súni Selfoss.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur tó dent á, at hetta er sagt sum ein beinleiðis reaksjón upp á áheitanina hjá fíggjarmálaráðharranum á øll onnur um at vísa hógv, men at hann grundleggjandi als ikki heldur, at nakar eigur at trýstast niður í løn, og at politikarar eins og øll onnur skulu hava eina ordiliga løn.

Lønarparturin minkar
Í so máta heldur hann onki vera at finnast at í gjørdu sáttmálunum.

- Veruleikin er, at løntakarin hevur fingið lutfalsliga lítið burturúr methøga vøkstrinum seinastu tíggju árini. Sambært nýggjastu metingina hjá Búskaparráðnum var BTÚ-vøksturin heili níggju prosent í leypandi prísum í fjør. Hetta má nærkast einum heimsmeti. Men samstundis er parturin av BTÚ hjá løntakarunum lækkaður úr 71 prosentum í 2009 niður í 56 prosent í 2019 – og parturin hjá kapitalánarunum er øktur samsvarandi sama tíðarskeið. So tað er onki forgjørt í at vit og hini løntakarafeløgini fáa eina lønarhækkan, sigur Súni Selfoss.

Ongi fordømi
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir tó á, at onga aðrastaðni í londunum rundan um okkum eru dømi um, at koronakreppan er tengd at lønarsamráðingum.

- Í Danmark eru sáttmálar gjørdir, meðan korona leikaði upp á tað harðasta, uttan at samráðingarnar vórðu ávirkaðar av tí. Gaman í hava vit hoyrt onkur gleps aftaná, men korona slapp ikki at spæla nakran leiklut í samráðingunum, sigur Súni Selfoss og leggur afturat:

- Tað hevði eisini gingið beint ímóti øllum teorium og búskaparligum tilmælum, tí um korona hevur sent okkum í eina búskaparliga afturgongd við minni eftirspurningi, so er lønarafturhald tað ringasta medisinið, tú kanst geva. Vit síggja eisini, at tey størru londini, ikki minst Danmark, koma við hjálparpakkum og átøkum, sum skulu geva løntakarunum meira pening um hendi fyri at halda lív í búskapinum.

Dimmalætting hevur fleiri ferðir seinastu tíðina roynt at fingið orð á Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, at gera viðmerkingar til málið, men heldur ikki til hetta blaðið eydnaðist tað.