Ein tíðindakvinna mótmælti í gjár í beinleiðis tíðindasending hjá russiska statssjónvarpsrásini Channel One, har hon sjálv arbeiðir.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Tað er eftir øllum at døma redaktørurin Marina Ovsjannikova, ið mótmælti í beinleiðis sending.
– Nei til kríggj. Steðga krígnum. Trúgv ikki hesum propaganda, tey borðreiða við. Tey lúgva fyri tykkum, stendur tað á skeltinum, hon vísur fram, sambært Reuters.
Eisini hoyrist Marina Ovsjannikova rópa “steðga krígnum. Nei til kríggj”, áðrenn rásin skifti til eitt nýtt innslag.
Sambært belarussisku rásini Nexta, sum var høvuðskeldan til mótmælisgongurnar móti stjórnini í Belarus í 2020-2021, so varð tíðindakvinnan handtikin stutt eftir, at hon hevði mótmælt.
Áðrenn sjálva tíðindasendingina tók hon eitt video upp, har hon fordømir russisku innrásina í Ukraina. Í videobrotinum sigur hon, at hon skammast yvir, at hon hevur verið við til at fremja propaganda fyri russisku stjórnina.
Mótmælið í beinleiðis tíðindasendingini í gjár hendir umleið tveir og ein hálva mánað, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar.
Síðani innrásina hevur russiska stjórnin sett strang tiltøk í verk, har tað millum annað er bannað at brúka orðið “kríggj” í samband við “serligu hermálsligu tiltøkini” í Ukraina. Hendir tað, so kann ein verða dømdur fongsulsrevsing upp í 15 ár.
Eisini eru fleiri túsund russar handtiknir fyri at hava alment mótmælt innrásina í Ukraina.
/reuters/