Starvsfólk hjá Reyða Krossi Føroya útsent til Kongo

Eitt álvarsamt eldgos í eystara parti av Kongo, nærhendis býnum Goma, hin 22. mai hevur ført til stóra humanitera neyð í økinum. Í hesum sambandi er altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya send til Kongo at hjálpa

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 12:10

Fleiri hundrað túsund fólk hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi. Nógv fólk eru horvin í ruðuleikanum, og fleiri hundrað børn eru blivin burtur frá familju teirra vegna eldgosið.

Í hesum sambandi er altjóða starvsfólkið hjá Reyða Krossi Føroya, Vár í Dali, send til Kongo at hjálpa við at seta eina bráðfeingis hjálparmiðstøð upp og at syrgja fyri, at hon virkar, sum hon skal.

Tey flýggjandi hava átrokandi tørv á vatni, mati og hýsing. Eldgosið hevur eisini lagt týðandi infrakervi í oyði – harímillum eina vatnskipan, streymleidningar, vegir, bústaðir og aðrar neyðugar hentleikar. Nærum hálv millión borgarar í Goma hava onga atgongd til reint drekkivatn, og við so nógvari øsku í luftini, eru fólk í stórum vanda fyri sjúkum so sum kolera og øðrum sjúkum í andaleiðini.

Eldgosið kemur sum steinur omaná byrðu í einum landið, ið longu er merkt av vápnaðum stríði, fíggjarligum avbjóðingum og høgum útbrotum av kolera, meslingum, Covid-19 og ebola.

 Reyði Krossur veitir neyðhjálp í rakta økinum. Arbeitt verður serliga við at finna horvnar familjulimir, tryggja reint vatn og grundleggjandi heilsutænastur.

Kelda: Reyði Krossur Føroya