Tann, sum einki hevur við eitt mál hjá løgregluni at gera, hevur heldur ikki rætt at fara inn í telduskipanini at lesa um tað.
Men tá ið Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, varð tikin fyri rúsdrekka¬koyring fyri tveimum árum síðani, vóru tað fleiri starvsfólk hjá Løgregluni, sum ikki fingu hildið sær.
Bara 20 tímar eftir, at málið var skrásett, høvdu 19 starvsfólk hjá løgregluni longu verið inni á málinum bara fyri at sneyta – tí tey høvdu einki við málið at gera!
Minst eitt av starvsfólkunum gav upplýsingarnar víðari, so at www.in.fo kundi bera tíðindini við nágreiniligum upplýsingum, eitt nú um promilluna.
Í Dimmalætting, sum er at fáa í kvøld, ber til at lesa, hvussu hetta kundi lata seg gera, hví smettarin og øll hini, ikki endaðu í rættinum fyri brot á revsilógina - og hví agamál - ella disciplinermál heldur ikki vórðu reist ímóti teimum.