Starvsdagar hjá Poul Hansen

Í dag hevur hátíðarløta verið í Poul Hansen, heilsølu, í samband við fýra at fýra starvsfólk hava arbeitt í ávikavist 40, 45 og 50 ár

Tíðindaskriv
18. oktober 2021 kl. 15:20

Mánadagin 18. oktober var hátíðarløta hjá Poul Hansen, heilsølu, í samabandi við at fýra starvsfólk hjá fyritøkuni høvdu verið í starvi í ávikavist 40, 45 og 50 ár.

Í september og oktober síðsta ár høvdu Rúna Petersen og Símun Midjord 40 ára starvsdag, men vegna koronu varð ikki gjørt so nógv burtur úr tá.

Í juli í ár hevði Janus Gunnarsson 45 ára starvsdag, og í august hevði Finnbogi Danielsen 50 ára starvsdag og fekk Finnbogi samstundis ”Den kongelige belønningsmedalje”.