Hóast tað eydnaðist Elon Musk og SpaceX at fáa Starship rúmdarrakettina, SN10, á flog og til jarðar aftur í gjár, so kom eldur í rakettina, sum sprongdist nakrar minuttir seinni.
SN10 rakettin fór á flog frá Boca Rica deplinum hjá SpaceX í Texas og fleyg beint upp í loft, til rakettin kom í umleið 10 kilometra hædd. Rakettin legði seg síðani á liðina, meðan hon dalaði aftur, fyri at missa so nógva ferð sum gjørligt, áðrenn hon sneiddi sær aftur við lendistellinum móti jørðini.
Rakettin kom at jørðini við rætta endanum, men kortini var lendingin nakað hørð, og lendistellið fekk skaða. Rakettin stóð tí skeiv á lendipallinum, og eldur kom hana. Hon var standandi í nakrar minuttir, áðrenn ein brestur sendi 50 metra langu rakettina upp í loft, og hon fall til jarðar aftur í einari stórari eksplosión.
Úrslitið gjørdist kortini betri enn við undanfarnu Starship prototypun, SN8 og SN9, sum ikki megnaðu at lenda.
SN10 er nýggjasta rakettprototypan hjá SpaxeX, rúmdarfelagið hjá Suðurafrikanska íverksetaranum Elon Musk. SpaceX arbeiðir við at gera rúmdarferðslu betri og bíligari, og serliga hevur felagið lagt seg eftir at menna rakettir, sum kunnu lenda og sostatt eisini endurnýtast.
Vanliga kunnu rúmdarrakettir ikki lenda á jørðini aftur, og hesi seinastu 80 árini við rúmdarferðslu hevur tí verið neyðugt bara at lata rakettirnar fara í spønir, meðan tað, sum skal bjargast, fellir til jarðar í einari lítlari sjálvstøðugari eind.
Tað var eisini SpaceX, sum fyrst megnaði at fáa eina rakett at lenda í øllum góðum aftur, tá Falcon 9 rakettin lendi í Cape Canaveral í Florida í 2015.
Ætlanin hjá SpaceX er, at Starship rakettirnar skulu loysa Falcon rakettirnar av.
Og hóast SN10 rakettin ikki yvirlivdi umgangin í gjár, so eru vónirnar enn størri til prototypuna, nú tað eydnast at fáa hana at lenda.
Eitt av málunum hjá SpaceX er at vera við til at seta astronautar hjá NASA á mánan aftur í hesum áratígginum, og Elon Musk er eftir øllum at døma tryggur í evnunum hjá felagnum at skipa fyri hesum, tí hann hevur lovað japanska ríkanninum, Yusaku Maezawa, eina mánaferð í 2023.