Stanley í Hoyvíkar kirkju
Sunnudagin er møguleiki at hoyra fólkakæra fuglfirðingin, Stanley Samuelsen, í Hoyvíkar kirkju
Dan Lamhauge
21. november 2020 kl. 13:07
Stanley hevur í nógv ár sungið, spælt og skrivað tónleik. “Um eg kundi kvøðið” hevur veruliga fest seg í vitskuna hjá teimum flestu.
Herfyri varð danska útgávan av sanginum tikin við í ta donsku háskúlasangbókina. Ikki eiti á heiður.
Sunnudagin klokkan 16 verður konsert við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju. Hetta er 11. árið á rað, at Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju.
Konsertin er ókeypis.
Kirkjan minnir í tíðindaskrivi á, at tilmælini mugu haldast. Í Hoyvíkar kirkju kunnu í mesta lagi vera 300 fólk í hesum koronatíðum.