Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni.
Men tað hevur víst seg at vera rættiliga avbjóðandi at gera standmyndina, soleiðis, at arbeiðið hevur drigið út.
Seinasta ætlanin var, at standmyndin skuldi avdúkast á sjálvum kvinnudegnum 8. mars. Men fyri eini tíð síðan boðaði bronsustoyparíið, sum ger standmyndina frá, at hetta fór ikki at halda.
Framleiðslan av standmyndini gjørdist væl truplari, enn roknað varð við. Ein frágeiðing vísir, at uppgávan hevur verið ein størri avbjóðing, enn upprunaliga væntað – ein orsøk er, at kompleksi bygnaðurin ikki er royndur á henda hátt áður.
Nú er so ein endalig avtala gjørd, soleiðis at standmyndin kemur til Føroya mitt í juli og kemur upp at standa stutt eftir. Seinkaða arbeiðið hevur hartil ført við sær ein lítlan meirkostnaða uppá 170.000kr.
- Nú er altso uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen.
- Málið er gamalt, men vit halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.