Tað gekk hart fyri seg tá ið kroatiska liðið, Hajduk Split var í Havn og spældu ímóti HB á Tórsvølli.
Í hesum sambandi varð ein løgreglumaður sligin tríggjar ferðir í nakkan og kroatisku fótbóltsvituggini høvdu eitt ótal av neyðblussum við sær á Tórsvøll og sum teir brendu undir dystinum.
Løgreglan veit framvegis ikki hvaðani teir høvdu hesi neyðblussini. Løgreglan hevur heitt á bátseigarar um at kanna um neyðbluss eru stolin út bátinum.
Men enn hevur eingin boðað frá stuldri av hesum slagi og tí er tað framvegis ein gáta, hvaðani teir høvdu blussini.
Eftir reglunum eru teir ikki slopnir at hava tey við sær í flogfarinum. Fleiri av teimum komu við Norrønu, men um teir hava havt tey við, er óvist.
Í sambandi við dystin, tók bardagi seg eisini upp ímillum fótbóltsvituggi úr Kroatia og vaktir á Tórsvølli og tá ið løgreglan fór at hjálpa til, varð ein løgreglumaður sligin tríggjar ferðir í nakkan.
Løgreglan sigur, at tey hava skrássett hetta sum eitt mál um harðskap ímóti tænastumanni ímeðan hann er til arbeiðis. Men tað hevur ikki eydnast teimum at eyðmerkja gerningsmannin.