Ongi úrslit

Staklagið UNICORN nú eisini sum videolag

Nýggja staklagið hjá Ester Skála, UNICORN, varð útgivið 18. juni. Í dag verður videolagið av UNICORN útgivið

Tíðindaskriv
Í gjár kl. 12:57

Nýggja staklagið UNICORN varð útgivið 18. juni gjøgnum plátufelagið Tutl.

Lagið er upptikið saman við Kristoffer Mørkøre í Kris-Stuff STUDIO.

Møguleiki er at hoyra lagið á ymsum miðlum so sum Spotify, iTunes, Youtube og TikTok. 

Í dag verður videolagið av UNICORN útgivið.

Dugnaligu fólkini í filmsfyritøkuni RACLIP hava staðið fyri upptøkuni. Videolagið er lituríkt, summarsligt og hóskar tí væl til hesa árstíð, nú summarið er í hondum

Unicorn tekur okkum í ein heim við litur og glitur. Lagið snýr seg um lívsins mótstøður har alt kann tykjast einsligt og dapurt. Tó sigur lagið, at har altíð er eitt ljós í endanum av tunnilinum og at vónin enn er har. Lagið snýr seg um at fylgja sínum dreymum, hóast mótstøðu. Tað snýr seg um ikki at leggja í hvat onnur halda um seg og at hvíla í sær sjálvum, tá er man før/ur fyri at fara á ferð í tí stóru og víðu verð.

Staklagið sæst her:

Staklag:

Ester Skála (Sangur og lag)

Kristoffer Mørkøre (bassur, upptøka, mix, mastering)

Videolag:

Framleiðari: Ester Skála 

Upptøka: Raclip

Makeup artist: Elsa Berg

Stylist: Elsa Berg

Hjálparfólk: 

Ragnar Marr Erlandsson

Eyðrið á Fløghamri

Tinna Andriasardóttir Jacobsen

Sjónleikarar:

Ester Skála

Eyðrið á Fløghamri

Rebekka S. Felicia Zachariasen

Heidi Káradóttir Mikkelsen

Ásla Olsen

Kezia Zachariasen

Ingileyg Andrasdóttir Skaalum

Stuðlar:

Tórhavnar Kommuna

Mentunargrunnurin Tutl Records

Koda Føroyar

Gramex

Útgivið av Tutl Records

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

Í gjár kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42