Í síðstu viku hoyrdist, at dynamiska og orkumikla duettin í Víkingi kanska ikki fóru at spæla saman hetta kappingarárið, tí boð vóru eftir fuglfirðinginum í Víkingi, Noah Mneney.
Tí var tað bara spurningur um tíð, áðrenn skiftið hjá honum gjørdist alment, men nú boðar Víkingur frá, at Noah skiftir til norskan fótbólt og Bryne, sum spælir í næstbestu deildini í Norra.
Víkingur skrivar:
“Tað er við stoltleika at vit kunnu kunngera, at enn ein av okkara ungu leikarum fer út um landoddarnar at spæla fótbólt.
Noah Mneney hevur skrivað sáttmála við norska felagið Bryne, sum spælir í næstbestu deildini í Noregi.
Vit harmast sjálvandi um at Noah ikki verður partur av okkara hópi í 2023, og tað verður heilt klárt ein stórur missur, men vit eru stolt av, at hava ment enn ein leikara, sum útlendsk feløg hava fingið áhuga fyri.
Noah hevði í 2022 eitt fantastiskt kappingarár. Hann menti seg til at vera ein av teimum leikarunum, sum skaraðu mest framúr í deildini, og hetta hevði eisini ein landsliðsúttøku við sær ímóti kappingarenda, umframt at hann gjørdi besti ungi leikari í Betri deildini.
Vit ynskja Noah alt tað besta í Noregi, og gleða okkum at fylgja hansara fótbóltsævintýri. Samstundis vóna vit at hann veit, at hann altíð er vælkomin aftur í Sarpugerð”, stendur at lesa á Facebook-vanganum hjá Víkingi.
20-ára gamli Noah Mneney er skrásettur fyri at hava spælt 73 dystir í Betri deildini, har hann er skrásettur fyri at hava skorað trý mál, sambært Faroesoccer.