ST-aðalskrivarin: - Nýtt kalt kríggj hóttir

Heimsins leiðarar hittast til árliga fundin í ST í vikuni, og undan fundinum hevur Antonio Guterres, aðalskrivari, eina bøn til leiðararnar í USA og Kina. – Syrgið fyri at fáa skil á viðurskiftunum millum londini, sum eru heilt út av lagi, áðrenn tey skaða restina av heiminum

Sveinur Tróndarson
21. september 2021 kl. 00:36

- Hesi bæði londini, sum eru tey búskaparligu maktfaktorarnir í heiminum, áttu at samarbeitt um veðurlagsbroytingar og ført grundleggjandi samráðingar um handil og tøkni, eisini hóast londini ikki eru heilt samd um mannarættindi, búskap, trygd á netinum og suverenitet í Suðurkinverska havinum.

Tað er boðskapurin hjá Antonio Guteres, aðalskrivara í ST, nakrar dagar undan árliga fundinum hjá heimsfelagskapinum millum heimsins leiðarar. Boðskapurin kemur fram í einari samrøðu, sum ST-aðalskrivarin hevur havt við AP-tíðindastovuna, og sum var almannakunngjørt í gjár.

Seinastu árini hevur sambandið millum risalondini bæði verið versnandi. Tað byrjaði at versna eftir, at Donald Trump tók við sum forseti fyri góðum fýra árum síðan, og síðan tá er gingið so nógv aftur á hond, at talan so at siga bara er um samanbrestir millum londini, vísir aðalskrivarin á.

- Vit mugu leggja dent á at endurreisa sambandið millum londini, so tey aftur kunnu samstarva, sigur Guterres, sum vísir á, at tað snýr seg um koppsetingartrupulleikar, veðurlagstrupulleikar og fleiri onnur viðurskifti, sum næstan ikki kunnu loysast uttan at sambondini millum hesi bæði risalondini í heiminum koma aftur uppá pláss.

Fyri tveimum árum síðan ávaraði Antonio Guterres heimsins leiðarar um vandan fyri, at heimurin fór í tvíningar, har USA og Kina fóru at skapa hvør sítt internet, hvør sítt gjaldoyra, hvør sín handil og fíggjarligar reglur og sínar egnu null-sum geopolitisku og hernaðarpolitisku strategiir.

Hesa ávaring endurtók hann í samrøðuni við AP, har hann legði afturat, at tvey lond, sum stríðast so nógv móti hvørjum øðrum kunnu gerast sínamillum hóttanir, sum kunnu klíva heimin. Tí mugu sárini lekjast skjótt, segði hann.

- Vit mugu fyri alt í verðini sleppa undan einum køldum kríggi, sum hevði verið øðrvísi enn tað sum vit kendu millum USA og Sovjetsamveldið, og sum ivaleyst hevði verið vandamiklari og munandi truplari at stýra, legði hann afturat.

Hann nært eisini við nýggju avtaluna, sum USA hevur gjørt við Australia um kjarnorkukavbátar, ein avtala, sum hevur fingið øði í bæði Kina og Frakland.

Øll samrøðan við Antonio Guterres kann lesast her.