Ein nýggj rapport frá ST hevur kannað hendingarnar í krígnum millum Ísrael og Hamas, síðani Hamas leyp á Ísrael tann 7. oktober í fjør. Aftursvarið frá Ísrael var skjótt og greitt, og talið av deyðum er nú omanfyri 35.000 sambært Reuters.
Hamas, sum er bólkað sum ein yvirgangsbólkur av millum øðrum USA og ES, er lagt undir at fremja krígsbotverk við millum annað at leypa á og burturflyta sivil fólk og børn. Tað skrivar Haaretz. Eisini finst rapportin at Hamas fyri at senda túsundtals av rakettum móti Ísrael sum hava dripið sivil.
Samstundis leggur rapportin Ísrael undir krígsbrotverk, umframt brotsverk móti mannaættini. Tað skrivar AP News. Hesi innibera millum annað tilætlaði álop á sivil fólk, tortur, og at brúka svøltur sum krígsamboð.
Ísrael hevur longu funnist at rapportini. Ein av serfrøðingunum, suðurafrikanski juristurin Navi Pillay, er eisini áður løgd undir anti-semitismu av Ísrael.