Ábyrgdin av deyðanum hjá russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj liggur hjá russisku stjórnini, tá hann antin varð dripin í fongslinum ella doyði orsakað av umstøðunum í revsileguni í Sibirien, har hann varð hildin til fanga.
Tað sigur serfrásøgufólkið hjá ST, Mariana Katzarova, við tíðindastovuna Reuters.
- So russiska stjórin eigur óansæð hvat ábyrgdina fyri deyða hansara, sigur hon.
Sambært russiskum myndugleikum doyði Aleksej Navalnyj tann 16. Februar av natúrligum ávum. Hann varð 47 ár.
Mariana Katzarova ávarar eisini um, at aðrir russiskir fangar kunnu fáa somu lagnu sum Navalnyj, og hon stúrir millum annað fyri andstøðupolitikaranum Vladimir Kara-Murza.
- Síðan Aleksej Navalnyj doyði fer ikki ein dagur framvið, har eg ikki spyrji meg sjálva, hvør nú verður tann næsti. Við hesum kúgingarpolitikkinum fer tað við vissu at verða ein næsti, sigut hon.