Afghanistan undir Talibanstýrinum er heimsins mest kvinnukúgandi land.
Tað siga Sameindu Tjóðir sambært Ritzau í sambandi við altjóða kvinnudagin.
Seinastu hernaðardeildirnar hjá teimum sameindu tóku seg úr Afghanistan í august í 2021, og síðani tá hevur Taliban tikið valdið í restini av landinum.
Og í kjalarvørrinum á yvirtøkuni, hevur harðrenda islamska stýrið sett í gildið reglur, ið hava til endamáls at avmarkað frælsið hjá kvinnum í landinum.
Yvirhøvur eru afghanskar kvinnur kroystar av arbeiðsmarknaðinum og skulu fyri tað mesta halda seg við hús, umframt at kravið um at kvinnur skulu ganga huldar er sett í verk aftur.
Síðan tey sameindu tóku seg úr Afghanistan, hevur landið verið í svárari fíggjarligari og humaniterari kreppu, og mett verður, at um helvtin av íbúgvunum í landinum í vanda fyri at líða hungur.