ST aðalfundur vil innlima Palestina í Sameindu Tjóðir

Í dag var kreppufundur viðvíkjandi støðuna í Gaza, har ST aðalfundurin atkvøddi við stórum meiriluta fyri fullum palestinskum limaskapi.

Halgir Winther Nagata
10. mai 2024 kl. 19:00

Í dag var kreppufundur viðvíkjandi støðuna í Gaza, har ST aðalfundurin atkvøddi við stórum meiriluta fyri fullum palestinskum limaskapi. Tað stendur á heimasíðuni hjá ST.

Tað var við 143 atkvøðum, at ST aðalfundurin gav fleiri politisk rættindi til Palestina. Tey koma í gildi 10. september, men innibera ikki fullan limaskap. Fullur limaskapur, millum annað atkvøðurættur, skal góðkennast av Trygdarráðnum. Atkvøðan í dag viðmældi Trygdarráðnum at gera hetta.

25 lond valdu ikki at atkvødu í málinum í dag, meðan níggju lond atkvøddu ímóti - herímillum Ísrael og USA.