Sendirøðin Squid Game hevur veruliga gjørt um seg á Netflix seinastu vikurnar, og uttan iva eru nógv her um okkara leiðir, ið hava hugt eftir ræðuligu dramarøðini.
Ein kona úr Suðurkorea hevur eftir øllum at døma havt úr at gera at svara telefonini, síðan røðin varð løgd út á Netflix, tí eitt telefonnummar, ið verður víst í sendirøðini, er í veruleikanum hennara.
Sambært Reuters hevur suðurkoranska konan, Kim Gil-young, fingið hópin oman á hópin av sms boðum og uppringinum, sum millum annað biðja hana koma at spæla eitt spæl.
Í røðini Squid Game fáa 456 koreanar, ið eru fíggjarliga illa fyri, eina innbjóðing at koma at spæla nøkur spøl fyri peningaligan vinning. Á innbjóðingini stendur eitt telefonnummar, ið hesir «spælararnir» skulu ringja á, og tað er hetta nummarið, ið Kim Gil-young í veruleikanum hevur.
Reuters sigur, at Kim Gil-young hevur fingið bjóðað pening fyri nummarið, men at hon takkaði nei til eitt tilboð á eina millión won, umleið 840 dollarar, fyri nummarið. Kim Gil-young skal eftir sigandi hava fingið eitt boð aftrat á fimm milliónir won.
Konan sigur seg hava tørv á nummarinum, tí hon er vinnurekandi, og hennara kundar røkka henni umvegis nummarið.
Huh Kyung-young, ið stillar upp til forsetaval í Suðurkorea, hevur á Facebook gjørt greitt, at hann er sinnaður at keypa nummarið fyri 100 milliónir won, ið er um 84.000 dollarar, men sambært Reuters er søla og keyp av telefonnumrum ólóglig í Suðurkorea.
Fyri at steðga áganginum, ið Kim Gil-young hevur fingið umvegis telefonina, hevur Netflix saman við framleiðaranum av Squid Game heitt á fólk um at halda uppat við at senda og ringja á nummarið, og nummarið er nú redigerað burtur úr sendirøðini.