Fer hetta málið at fáa avleiðingar fyri Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í Barna- og Útbúgvingarmálum?
Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava Løgmann at svara upp á.
Løgmaður hevur evstu ábyrgdina av, at landsstýrisfólkini umsita síni málsøki á fullgóðan hátt og nú vil Jørgen Niclasen hava at vita frá løgmanni um hann heldur, at tað er hetta, Djóni Nolsøe Joensen hevur gjørt í sambandi við nógv umrødda málið um undirvísingarleiðaran á Glasi.
Útbúgvingarleiðarin á Glasi varð sagdur úr starvi, men síðani hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið ógildað umsóknina.
Jørgen Niclasen vil eisini hava at vita frá løgmanni, hvørjar avleiðingar viðgerðin av hesum máli fer fáa og um løgmaður fer at geva Barna- og útbúgvingarmálaráðnum boð um at ógilda avgerðina um at afturkalla uppsøgnina.
Jørgen Niclasen vísir á, at í samband við bygnaðarbroytingar á Glasi varð ein av avleiðingunum, at undirvísingarleiðarin varð sagdur upp og starvið varð niðurlagt.
Men Barna- og útbúgvingarráðið, undir ábyrgd av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, gjørdi av at afturkalla uppsøgnina.
Eftir at málið varð kært, bað Barna- og Útbúgvingarráðið Christian Andreasen, advokat, um eina løgfrøðiliga meting.
– Í frágreiðingini eru lemjandi atfinningar, men Barna- og Útbúgvingarráðið heldur fast við avgerðina, grundað á ein lítlan knaka í frágreiðingini, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at í frágreiðingini frá advokatinum sæst, at rættiliga nógvar grundgevingar í avgerðini hjá Barna- og Útbúgvingarráðnum, eru skeivar.
– Eitt nú verður sagt, at grundarlag er ikki fyri at siga undirvísingarleiðaran úr starvi, tá ið ætlanin samstundis er at víðka um virksemið á Glasi. Frágreiðing frá advokatinum staðfestir, at hesin pástandur er beinleiðis skeivur, tí starvsfólkatalið minkaði.
– Barna- og Útbúgvingarráðið sigur, at bygnaðarbroytingarnar ikki vóru liðugt viðgjørdar. Men advokaturin staðfestir, at tann pástandurin eisini er skeivur.
– Barna- og Undirvísingarmálaráðið sigur, at framferðarhátturin í sambandi við bygnaðarbroytingar hevur ikki fylgt vanligari mannangongd.
Advokaturin vísir hesum aftur við at vísa á, at Fíggjarmálaráðið - sum er myndugleikin á tí økinum - sigur, at Glasir hevur fylgt vanligari og lógligari mannagongd.
Advokaturin staðfestir, at eitt høvuðs sjónarmið hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum fyri at ógilda uppsøgnina byggir á tann veruleika, at ætlanin við bygnaðarbroytingini var at víðka um starvsfólkahópin í fyrisitingini á Glasi.
Men hann staðfestir, at eisini hetta er skeivt, sigur Jørgen Niclasen.
– Her kann av røttum spyrjast, um fyrisitið er á fullgóðan hátt. Avgerðin fer at kosta landskassanum nógvan pening. Men tað sum verri er, er, at ber hetta til, kunnu landsstýrisfólk í framtíðini taka avgerðir sum teimum lystir við at brúka skeivar upplýsingar, sigur Jørgen Niclasen.