Hvussu verður tað við Páll A. Klettskarð. Soleiðis hevur verið spurt og fregnast í Klaksvík og Norðoyggjum og í KÍ leguni sum heild. Eisini hava øll tey, sum taka á við føroysku feløgunum í altjóða dystum bíðað við spenningi eftir, hvussu leingi Páll A. Klettskarð verður skaddur og eftir at fáa at vita, hvørjar vánirnar eru fyri, at toppskjúttin hjá KÍ og í føroysku landskappingini verður við, tá ið KÍ fer at royna seg í Europa.
Páll A. Klettskarð fór av vøllinum, tá ið KÍ leygardagin 3. juni og í norðoyastevnudystinum hevði vitjan av AB, og KÍ vann 2-1. Longu í 14. minutti noyddist Páll A. Klettskarð skaddur av vøllinum.
Síðani tá hevur Páll ikki verið á vøllinum. Hann er skaddur í fótinum, og fyrstu dagarnar varð møguleikin nevndur, at tað var neyðugt við skurðviðgerð. Um hann hevði verið skurðviðgjørdur, so høvdu vánirnar ikki verið serliga góðar fyri at síggja Páll aftur næstu mánaðirnar.
Páll hevur verið í Norra til kanningar, og nú er endaliga staðfest, at tað er ikki neyðugt við skurðviðger. Páll gongur í serligum stivla, og soleiðis verður tað í eina og kanska tvær vikur aftrat. Hann er í viðgerð hjá fysioterapeuti og er undir eftirliti av serlækna. Tá ið stivlin verður burtur, fer tað at snúgva seg um venjing, og tá fæst at síggja, hvussu long tíð tað verður, áðrenn hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.
Tað tykist tó vera greitt, at Páll ikki verður tøkur, tá ið KÍ fer at spæla í europeisku meistarakappingini ímóti Ferencvaros úr Ungarn. Fyrri dysturin verður 11. juli í Klaksvík, og seinni dysturin verður 18. juli í Ungarn.
KÍ hevur boðað frá, at felagið leitar eftir álopsspælara, sum er skikkaður at loysa Páll A. Klettskarð av. Tað er tó møguleiki fyri, at Páll verður tøkur, tá ið næsta umfar í Europa verður á skránni, um tað verður í Champions League ella í Conference League.