Sprotin í samstarv við mofibo

Sprotin hevur skrivað sáttmála við Mofibo um stroymingartænastu. 60 tær fyrstu ljóðbøkurnar eru tøkar. Nakrar eru gamlir kenningar, men fleiri eru nýggjar og nógvar nýggjar eru í umbúna

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 14:42

Ljóðbøkur hava ongantíð verið so populerar sum nú. Orsøkin er einføld - vit skulu hava alt, alt, alt við. Vit skulu stappa undirhald ella innihald inn ígjøgnum oyruni, meðan vit arbeiða við hondum ella flyta okkum. Tú kanst ikki seta teg í frið og náðum at lesa eina bók, tí so hevur tú ikki stundir at venja, gerandisdagurin krevur sítt, men tú tú ert øgiliga forvitin at lesa hetta og hatta.  Ferðin er nógv, snúningstalið hækkandi.

Ljóðbókin loysir knútin - tú kanst gera alt hetta OG hoyra søguna. Tú spákar ein tíma og fært bókina inn í oyruni um somu leið. Pendlar tú, er ljóðbókin eitt fínt alternativ til KvF. Øgiliga effektivt, øgiliga rationelt, sum vit vilja hava alt at vera í okkara fjaltraðu tíð.

Sprotin fór at leggja ljóðbøkur út á heimasíðuna í 2012 og hevur nú 70, men tíðin er nú farin frá tí tøknini – nú er stroyming loysnin. Tí er alt tilfarið tøkniliga í nýggjum sniði, og tær fyrstu 50 bøkurnar eru nú komnar á MOFIBO.

Ljóðbókapallarnir eru so mangir, men vit hava skrivað sáttmála við MOFIBO, tí so nógvir føroyingar brúka júst tann pallin at leita eftir ljóðbókum. 

MOFIBO kenna nógv sum danskar og enskar ljóðbøkur, men har eru onnur mál og á øllum málunum samanlagt fleiri túsund ljóðbøkur. Nú fær pallurin eitt mál aftrat: okkara! Vit royna at skora føroyskt inn á teir pallar, har vit kunnu, tað er leiðin fram. 

Allar ljóðbøkurnar eru savnaðar á sprotin.fo og mofibo.dk. Vilt tú lurta eftir ljóðbókum frá Sprotanum, ber til at tekna hald á mofibo.dk

Kelda: Sprotin