Spreingingar í fleiri ukrainskum býum

Í kvøld hava bumbuspreingingar verið í fleiri ukrainskum býum

Sigurjón Einarsson
5. apríl 2022 kl. 23:29

Ukrainskir miðlar boða í kvøld frá, at bumbuspreingingar hava verið í fleiri ukrainskum býum.

Tað er eftir øllum at døma hermálslig mál í nøkrum av teimum stóru býunum, har spreingingar hava verið í kvøld - herímillum Lviv, Odessa, Vinitsia, Kharkow, men eisini í Kyiv og Dnipro.

Russar hava skotið missilir inn í býirnar, og ukrainar hava havt nokk við at verja við loftverjuvápnum. Eisini verður sagt frá hørðum bardøgum 20 kilometrar frá ukrainska býnum, Kherson.

Kelda: CNN