Spreinging við eina undirgrundarbreyt í Stokkhólmi
Ein spreinging er farin fram við tokstøðina, Vårby Gård, ið liggur í forstaðnum, Huddinge, í Stokkhólmi í Svøríki
Guðrun í Jákupsstovu
7. januar 2018 kl. 13:03
Í minsta lagi tvey fólk eru særd og løgreglan hevur avbyrgt økið kring tokstøðina Vårby Gård í Stokkhólmi, eftir at ein spreinging hendi fyrr í dag. Tað upplýsir DR.
Tað er ein 60 ára gamal maður og 45 ára gomul kona, ið blivu særd í spreingingini. Tey eru nú bæði flutt á sjúkrahús, og maðurin tykist vera álvarsliga særdur.
Sambært DR eru bumbuteknikarar á veg til økið, at kanna hvussu spreingingin fór fram. Allerhelst er spreingingin ein avleiðing av onkrum slagi av spreingievni. Ikki ber til at siga enn, hvat slag av spreingievni talan er um.