Spreinging í mosku í Pakistan: Minst 32 eru deyð og 147 eru særd

Ein sjálvmorðsbumba brast í dag í einari mosku í Peshawar, sum liggur í vestara partinum af Pakistan

Ragnar Sjúrðarson
30. januar 2023 kl. 13:16

Minst 32 eru deyð og 147 eru særd, eftir at ein sjálvmorðsbumba brast í dag í einari mosku í Peshawar, sum liggur í vestara partinum af Pakistan.

Hetta upplýsir hospitalið á staðnum, sambært Reuters.

Støðan er sera hættislig hjá fleiri av teimum særdu.

Forsætisráðharrin í Pakistan upplýsir, at spreingingin skyldast einari sjálvmorðsbumbu.

Moskan var full av fólki tá spreingingin hendi. Umleið 260 fólk vóru til staðar.

- Sum vit hava skilt støðuna, stóð yvirgangsmaðurin í fremstu røð, sigur verjumálaráðharrin, Khawaja Asif, við Geo TV.

Ein partur av bygninginum small saman, og nógv fólk endaðu undir húsaleivdunum.

Moskan liggur nær staðnum har løgreglufólkini halda til. Mett verður, at fleiri løgreglufólk luttóku í bønini.

Í mars í fjør sprongdi yvirgangsbólkurin Islamiskur statur eina bumbu í einari shiamuslimskari Mosku í Peshawar.

Tað yvirgangsálopið kostaði 64 fólkum lívið og var størsta drápið í Pakistan síðan 2018.

Ein annar bólkur, ið hevur framt fleiri dráp í Pakistan er pakistanska Taliban. Tann bólkurin er kendur undir navninum Tehreek-e-Taliban Pakistan.

Bæði Tehreek-e-Taliban Pakistan og Islamiskur Statur hava sum endamál, at taka stjórnina av ræði og fremja sína egnu víðgongdu útgávu av sunni islam í verkið.

/ritzau/