Spreinging á ferðamannabáti í Teilandi
Ein spreinging hendi á einum báti, við 30 ferðafólki umborð. Báturin skuldi sigla ferðafólkini til teilensku oynna, Koh Phi Phi
Guðrun í Jákupsstovu
14. januar 2018 kl. 14:33
Ein bátur, við 30 ferðafólkum umborð, sprongdist, meðan hann sigldi ferðafólkini frá teilenska meginlandinum til oynna Koh Phi Phi. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar.
Tað var ein motorbátur, við navninum "King Poseidon", og knappliga festist eldur í motorin á bátinum. 16 fólk blivu særd í spreingingini, og størsti parturin av teimum særdu vóru kinverjar. Manningin sum arbeiddi umborð bleiv eisini særd.
Øll, ið vóru særd í spreingingini, eru komin undir sjúkrahúsviðgerð. Seks av teimum 16 særdu eru álvarsliga særd.
Spreingingin verður nú kannað av myndugleikum.