Spotify fær besta úrslitið nakranítð
Svenski stroymipallurin Spotify fær enn fleiri haldarar
Ragnar Sjúrðarson
23. juli 2024 kl. 15:30
Í øðrum kvartali í 2024 hevur Spotify tjent 266 milliónir evrur. Tað er næstan tvær milliardir krónur, og tað er besta úrslitið hjá fyritøkuni nakrantíð. Tað sæst í rokniskapinum hjá fyritøkuni, skrivar Ritzau.
- Tað er ein spennandi tíð fyri Spotify. Vit halda fram við at nýskapa og prógva, at vit ikki einans hava eina fantastiska vøru, men eisini eina fantastiska fyritøku, sigur forstjórin í Spotify, Daniel Ek, í eini viðmerking til rokniskapin.
Talið av haldarum er vaksið við 12 prosentum innan eitt ár til 246 milliónir.