Sponsk tv-rás: Puigdemont hevur givið upp

Stríðið hjá Katalonia um sjálvræði er liðugt. Sambært sponsku sjónvarpsrásini Telecinco er Katalonski loysingarleiðarin...

Alda Nielsdóttir
31. januar 2018 kl. 16:17

Stríðið hjá Katalonia um sjálvræði er liðugt.

Sambært sponsku sjónvarpsrásini Telecinco er Katalonski loysingarleiðarin Carles Puigdemont komin til hesa niðurstøðu.

Telecinco hevur eftir øllum at døma fingið fatur á privat boð, sum Puigdemont hevur sent, harí hann skrivar, at stríðið hjá loysingarrørsluni er liðugt, og at stýrið í Madrid hevur vunnið.

Ein myndamaður upptók týskvøldið skermin á telefonini hjá fyrrverandi katalonska heilsumálaráðharranum Antoni Comin.

Tað hendi, meðan Comin samskifti við Puigdemont gjøgnum Signal, eina telefon app. Signal krypterar boðini, so onnur ikki kunnu fáa atgong til tey.

Kelda: Berlingske