Spírandi greinin á filmstrænum

– Hetta er ikki ein skemtirøð um sálarligar trupulleikar, men ein skemtirøð við leiklutum, ið av og á hava sálarligar trupulleikar, sigur Andrias Høgenni, føroyska sólskinssøgan, sum hevur leikstjórnað stóra sendirøð fyri DR

Trygvi Danielsen
26. mars 2022 kl. 13:30

– Tað er ein deilig og løgin kensla endiliga at sleppa røðini. Vit hava arbeitt við henni í trý ár, og nú er hon ikki longur okkara. Nú eiga áskoðararnir hana. Tí eri eg sjálvandi glaður fyri, at fólk hava tikið so væl í móti henni. 

Tað sigur Andrias Høgenni um nýggju DR-sjónvarpsrøðina "Ingen vej tilbage", sum hann hevur skrivað og leikstjórnað. Tað er ikki smávegis at standa á odda fyri einari sendirøð í danska kringvarpinum, tað stendur ikki øllum í boði, og skoðsmálini hava verið góð í donskum miðlum – og í mínum ummæli, sum kann lesast her.

Andrias Høgenni er ein grein á føroyska filmstrænum, sum seinastu árini av sonnum hevur latið stelkarnar blómað við várligum litum. Tað er ein sólskinssøga: Eldhugaði spírin, sum spratt úr filmsumhvørvinum kring Klippfisk og rakk allan vegin til gyltu palmarnar við miðjarhavið á fronsku suðurstrondini, har tey handaðu honum blómutyssi, kinnakossar og allarhelst størstu viðurkenning, sum finst í evropeiskum stuttfilmshøpi: Canal+ heiðurslønina á Semaine de la Critique í Cannes.

Søgan endar ikki har. Tvørturímóti, havi eg hug at siga, men tað passar heldur ikki, tí hon byrjaði við øllum harða arbeiðinum og mongu projektunum, sum Andrias hevur latið úr hondum. Tey, sum eru von at vitja Geytan í Norðurlandahúsinum, tá ársins føroyski stuttfilmur skal kjósast, hava sæð fleiri av hansara verkum – heilt upp til seks av teimum, um tey hava verið hvørt ár. Hann hevur næstan havt ein film við á hvørjari Geytakapping, øllum uttan tveimum, og er tríggjar ferðir farin heim við høvuðsvirðislønini. Tað vitnar um øgiligt arbeiðssemi – og harafturat góðsku.

Nei, tað er ikki rætt at siga, at tað var byrjanin upp á yrkisleiðina hjá Andriasi Høgenni, tá hann vann heiðurslønina í Cannes í 2019 fyri sín stuttfilm "Ikki illa meint", sum eisini vann viðurkendu Robert-virðislønina í Danmark árið eftir, men tað var uttan iva ein nýggj byrjan, ein nýggjur kapittul, har møguleikarnir og útlitini margfaldaðust. Tað verður Andrias noyddur at viðganga hóast hansara íborna lítillæti. 

– Danska filmsvinnan fungerar eitt sindur sum ein losja, har eingin ordiliga veit, hvørji atgongdskrøvini eru. “Ikki illa meint” var tó eitt atgongumerki, sum eg kundi vísa aftur á, hvørja ferð onkur í leiðsluni var í iva um kósina, sum eg vildi hava røðina at taka, sigur føroyski leikstjórin.

 

Fótin innum
Andrias hevur farna áratíggju rótfest seg í donskum filmsumhvørvum. Á flatlondum hevur hann tikið tvær filmsútbúgvingar, fingið stóra viðurkenning og – ikki minst – nógv vinfólk. Tað er ein fyrimunur at kenna fólk í filmsvinnuni, um tú vilt sleppa framat. Hetta er óbeinleiðis svarið, tá eg spyrji, hvussu samstarvið við DR kom í lag.

– Birgitte Rask, framleiðari hjá DR Drama, var vegurin hjá mær inn í DR. Vit gingu á sama filmsskúla, og fyri nøkrum árum síðani fortaldi eg henni um hugskotið til “Ingen vej tilbage”, sum tá var hugsaður sum ein stuttfilmur á 15 minuttir. Hon dámdi hugskotið og vildi vita, um har var nakar møguleiki at brúka tað til eina røð. Og sjálvt um eg varð eitt sindur skelkaður av tí afturmeldingini, so fekk eg ikki meg sjálvan til at svara nakað annað enn ja, sigur Andrias Høgenni.

Men hvussu var dynamikkurin í samstarvinum millum teg og DR?

Tað deiliga við DR er, at grundarlagið undir allari fiktiónsframleiðslu hjá teimum er public service. Tað er ikki teirra endamál at vinna pening ella selja lýsingar. Tað einasta, sum DR Drama hevur lagt dent á, er, at vit gjørdu ta bestu røðina, vit kundu. So, tá eg til dømis spurdi, um vit kundu fáa fýra føroyskar leiklutir við í søguna, var bara vælvild frá leiðsluni.

Slapst tú sjálvur at velja filmstoymið og mynstra sjónleikararnar?

Ja. Og faktist vóru tey ótrúliga glað fyri, at eg sjálvur vildi casta røðina. Tað merkti, at DR ikki skuldi gjalda fyri ein castara, sigur leikstjórin.

 

Málslig viðmerking:
Føroyingar nýta vanliga orðið "at casta" um at velja sjónleikarar til filmsleiklutir. Eg skjóti upp, við íblástri frá Sprotanum, at vit kalla tað "at mynstra" ístaðin.
Viðmerking liðug.

 

FO í DK
Tað er eitt afturvendandi motiv í filmunum hjá Andriasi, ein egin nisja, næstan eitt heilt brand, sum hann hevur ment í filmshøpi: Føroyingar í Keypmannahavn. Ofta kring Oyrasundsskúlaheimið. Tað hava vit sæð í fleiri av stuttfilmunum, sum forrestin flestallir liggja á Youtube kanalini hjá Andriasi, og tann tráðurin er eisini vovin inn í "Ingen vej tilbage", tó at røðin í høvuðsheitum snýr seg um eitt danskt par og teirra kærleikssøgu. 

Stílurin hjá Høgenni er realisma við denti á tabu. Veruleikakendar støður við einum trupulleika, sum er torførur at tosa um og upp aftur verri at loysa. Tað síggja vit ferð eftir ferð í hansara filmografi. Tað er ikki ein romantiserað ella sorgblíð mynd av útisetalívinum, ei heldur í "Ingen vej tilbage". Tað er ikki Kári P. við vaknandi húsafasadum ella eitt legendariskt miseydnað kvøld á Skarv. Ella jú. Tað er tað eisini. Men við frástøðuni, sum filmslinsan gevur okkum. Føroyski hyggjarin er ikki uppií støðuni, hann syngur ikki við í sanginum, men hann speglar sær í ballinum, tá føroyingarnir bjóða durasnaps, spýggja úti í havanum og syngja felagssang við serføroyskum eldhuga.

Mær dámar væl føroyingarnar í røðini, tað eru góðir leiklutir, sum eru væl mynstraðir og geva meining í søguni. Føroysku sjónleikararnar Armgarð Mortensen, Sissal Drews Hjaltalin, Klæmint Klakk og Beinta Clothier standa seg heilt væl og eru beinanvegin natúrligir partar av søguni, tó at tey tosa føroyskt og virka í einum parallellum ella javnfjarum samfelagi.

Tó havi eg hug at lata meg í kritiska journalistahattin og spyrja, hví føroyingarnir eru so stuttligir. Er tað (tilvitað ella ótilvitað) ein treyt, at føroyingar skulu vera løgnir ella komiskir ella eksotiskir fyri at verða umboðaðir í donskum miðlum?

­ – "Ingen vej tilbage" er ein skemtirøð, so har eru nógvir leiklutir í røðini, sum eru løgnir og komiskir. Ikki bara teir fýra føroyingarnar. Tað hevði tó stóran týdning, at vit ikki gjørdu gjøldur burtur úr føroyingunum. Samstundis vita danir so lítið um føroyingar, at hetta var ein einastandandi og stuttligur máti at fortelja eitt sindur um Føroyar og føroyingar, svarar Andrias.

Men hvat heldur tú um føroyska umboðan í donskum søgum? Hvussu verða vit lýst?

– Sum útgangsstøði haldi eg, at ríkisfelagsskapurin hevur havt eitt gott ár á DR. Tað er deiligt. Tað hevur m.a. verið feitt at sæð grønlendskar leikarar við langum samrøðum á grønlendskum máli í sendirøðini "Borgen". Og so hevur "TROM" prógvað, at vit sum føroyingar saktans eru førir fyri at fortelja søgur í altjóða høpi, svarar Andrias við sveisiskum diplomatii. 

Teir báðir á tromini, Jón Hammer og Torfinnur Jákupsson, hava lagt dent á, at "TROM" bert er fyrsta fetið í longu og brøttu filmstrappuni, sum stendur Føroyum fyri framman. Andrias heldur nakað tað sama.

– Eg vóni, at hetta kann vera við til at leggja lunnar undir fleiri føroyskar søgur, har ið føroyingar ikki bara eru hjáleikarar, men eisini høvuðsleikarar, ið dríva søguni. Nógv dugnalig føroysk filmsfólk hava markerað seg hetta seinasta árið, og eg eri sera spentur at síggja, hvat næsta tíðin ferð at bjóða.

Øvut javnvág
"Ingen vej tilbage" ýður í mótsetningum og ymiskum heimum, sum bráðna saman. Hetta kemur serliga til sjóndar í teimum báðum Lasse (William Halken) og Nanna (Ana Stensgaard Juul), ið umboða hvør sín mentanarliga veruleika. Var tað ein tilvitað gjógv, ið bleiv grivin millum tey?

– Eg vildi gera tað trupult hjá Lassa og Nannu at virka saman sum par. Eitt er at finna saman við einum úr sínum egna vinaskara, men um tú verður forelskaður í einum, sum ikki er úr sama parti av samfelaginum, tá kunnu fleiri avbjóðingar taka seg upp. Samstundis er tað eisini ein møguleiki at vísa á, hvat tey hava til felags. Starvið hjá Lassa var nakað, sum vit máttu verja, tá ið vit skrivaðu røðina, tí har vóru fleiri, ið ikki skiltu, hví Nanna tímdi at vera saman við einum, sum hevði tílíkt arbeiði, staðfestir Andrias.

Lasse arbeiðir nevniliga saman við føroyingunum í einum matvøruhandli, sum fyri óvanda eygað tað sama kundi verið Netto, Bilka ella Fakta. Pápi Lassa kallar hann heldur niðrandi fyri ein "flaskedreng", og Nanna ballar sannleikan inn, tá hon greiðir mammuni frá nýggja sjeikinum. Alt hetta hevur bæði okkurt stuttligt og tabuiserað yvir sær, og eg haldi, at tónin í røðini rakar eina góða javnvág millum skemt og álvara.

Hvussu er við tí balansuni, var hon torfør at finna? 

– Søgan hevur nógvar tragiskar partar, og tí hevði tað stóran týdning í undanframleiðsluni at insistera uppá, at hetta er ein skemtiseria. DR hevði av og á ringt við at síggja tað stuttliga í leikritinum, tí at vit arbeiddu við einari minimalistiskari tilgongd til skemtið í røðini. Tað var ikki fyrr enn undir upptøkunum, at vit av álvara kundu arbeiða við skemtinum. Men tað snúði seg líka nógv um at finna útav, nær tað slettis ikki skuldi vera stuttligt, fyri at tað stuttliga kundi fáa týdning, sigur Andrias.

Røðin viðger nógv ymiskt, men sálarsjúka verður spakuliga høvuðsevnið, haldi eg. Ert tú samdur?

Ja, í ávísan mun. Ætlanin var fyrst og fremst at fortelja eina søgu um kærleikan, sum leiklutirnir Lasse og Nanna hava saman, og hvørjar avleiðingar tann kærleikin hevur. Hetta er ikki ein skemtirøð um sálarligar trupulleikar, men ein skemtirøð við leiklutum, ið av og á hava sálarligar trupulleikar. Fleiri áhugafeløg hava givið feedback upp á søgugongdina og vegleitt leikararnar, so at vit kunnu lýsa hesar persónarnar so beinrakið sum gjørligt í mun til tað, teir berjast við, sigur Andrias.

So veruligt sum gjørligt
Myndirnar í røðini hava ein stillføran dám á sær, myndatólið flytur seg ikki nógv. Myndirnar eru ljósar, viðhvørt so ljósar, at tað kennist avdúkandi. Vit lúra ofta eftir persónunum gjøgnum sprekkur ella tvørtur um, sum gevur okkum kensluna, at vit síggja okkurt øgiliga privat og intimt.

Hvaðani kom hesin stílurin? Hvar fingu tit íblásturin?

– Vit vildu fokusera upp á gerandisdagin hjá teimum, og tí mátti stílurin á røðini vera so veruleikakendur sum gjørligt. Konfliktirnar koma úr innara lívinum hjá leiklutunum, og tí mátti filmshandsverkið vera friðarligt og hóvligt. Vit hugdu nógv eftir belgisku Dardenne brøðrunum og amerikanska leikstjóranum Derek Cianfrance, har funnu vit nógvan íblástur, sigur Andrias.

Hvussu gekk tað fyri seg, tá tit skrivaðu røðina? Nýttu tit ávís frásagnaramboð, ella var tilgongdin meira instinktiv?

 Eg havi skrivað “Ingen vej tilbage” saman við donsku rithøvundunum Anton Breum og Andrea Winding. Hóast eg var høvuðsrithøvundur, gjørdist okkara rithøvundarúm sera opið. Tað einasta, sum eg hevði eina heilt greiða fatan av, tá vit byrjaðu, var byrjanin og endin. Alt harímillum varð ment saman við hinum báðum rithøvundunum í okkara writer’s room. Vit vistu bara, at sambandið hjá Lassa og Nannu skuldi broytast fyri hvønn part. Um vit høvdu hesa kensluliga menningina part fyri part, um hon riggaði væl, so kundu vit vera rættiliga frí í restini av søgumenningini. 

Hvussu við heitinum, "Ingen vej tilbage"? Tað riggar væl, soleiðis sum tað kemur inn í hvørjum parti við nýggjum týdningi hvørja ferð – alt eftir, hvør broyting júst er farin fram. 

– Upprunaliga skuldi røðin eita “Voksne mennesker”, men av tí at har er ein danskur spælifilmur við sama heiti, vildi DR Jura ikki loyva okkum at brúka tað. Tað var ikki fyrr enn aftan á nógvar mánaðir – og við fyltari talvu av møguligum nøvnum – at ein framleiðari á DR gav okkum tríggjar valmøguleikar. Ein av teimum var “Ingen vej tilbage”, og vit hildu, at tað gav sera góða meining, sigur Andrias.

Handa talvan við øllum ymsu heitunum minnir meg um graffitimaksaðu hurðina á vesinum, har sum Lasse arbeiðir saman við føroyingunum. Har hevur onkur m.a. skrivað "FUCK FÆRØERNE". Tað kundi eisini verið eitt heiti á røðini? Nei, kanska ikki. Kanska eina aðru ferð, tá føroyingar spæla høvuðsleiklutirnar.

Tað gongur bara ein veg hjá Andriasi, og tað er frameftir. Nú er eingin vegur aftur úr blómandi yrkisleiðini í fløkta filmsheiminum, sum hann hevur lært seg at stýra gjøgnum við beinari kós. 

Samrøður um nýgjørd verk skulu altíð enda við sama spurninginum, og tað ger hendan eisini: Hvat er næst á skránni?

– Eg eri farin í holt við at fyrireika ein føroyskan spælifilm sum gongur fyri seg í Rúnavík, so tað er tað næsta á skránni, sigur Andrias stutt og greitt. 

Vit gleða okkum.