Spildurnýtt vágalið vitjaði NSÍ

Gamlir kenningar skoraðu málini hjá heimaliðnum, tá ið NSÍ vann 4-1

Mynd: NSÍ
Jóannes Hansen
21. januar 2024 kl. 14:47

Sammett við 07 Vestur liðið, sum í fjør megnaði bestu endastøðu yvirhøvur hjá vágamonnum, so var talan um heilt nýggja útgávu, tá ið 07 Vestur í gjár spældi fyrsta dystin í VFF-CUP. Dysturin var á Svangaskarði, tí vøllurin í Runavík lá undir nógvum kava.

18 ára gamli Sámal á Steig vardi málið, og aðrir blaðungir lokalir spælarar vóru 17 ára gamli Jákup Henriksen. 18 ára gamli Nóa Eyðsteinsson hevur heldur ikki verið nakað serligt á besta liðnum. Hinir lokalu spælararnir vóru Albert Theis Nielsen, Julian Mouritsen, Jón í Horni Nielsen og so Eiler Fróðason.

Fleiri aðrir ungir lokalir spælarar vórðu skiftir inn.

Fýra nýggir útlendskir spælarar vóru millum teir fyrstu ellivu: norðmenninir Kevin Egell-Johnsen og Filip Brattbakk, danski Magnus Isager og Gabriel Kehinde úr Nigeria.

Á NSÍ liðnum var merkisvert at síggja Petur Knudsen. Hann hevur seinastu vikurnar vant við NSÍ, men hann hevur ikki skrivað sáttmála við NSÍ ella nakað annað felag. Kristian Joensen vardi málið, og so vóru fleiri aðrir, ið eiga royndir í barndómsfelagnum: Klæmint A. Olsen, Steffan A. Løkin, Betuel Hansen, Pætur Hentze og Dion Splidt, sum hevur spælt við NSÍ seinastu árini.

Nýggir útlendingar vóru Adi Terzic og Konrad Gustafsson úr Svøríki, Jasper Van Der Heyden, sum í fjør spældi hjá 07 Vestur og James Frye, sum í fjør spældi við B71. Millum teir, ið vóru skiftir inn, vóru veteranurin Oddur Á. Højgaard, Búi Egilsson og Mórits Heini Mortensen.

Faroesoccer veit at siga, at NSÍ vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 4-0. NSÍ málskjúttar vóru Betuel Hansen, Steffan A. Løkin, Dion Splidt og Jasper Van Der Heyden. Seks minuttir eftir steðgin Filip Brattbakk um munin við brotssparki.