Í oktobur 2022 kom Bezzerwizzer út fyri fyrstu ferð á føroyskum, við 2.400 spurningum um føroysk og útlendskt viðurskifti. Hetta hevur verið eitt heilt ómetaliga væl umtøkt spurnaspæl, so arbeitt hevur verið uppá, at geva út eina nýggja útgávu síðani summarið 2023. Hetta er nú vorðið til veruleika.
Næstan 3.000 nýggir spurningar
Ein spildurnýggja útgáva er á vippuni og kann longu bíleggjast á hugnalotur.fo nú. Í nýggju útgávuni eru 2.940 spildurnýggir spurningar um føroysk og útlendsk viðurskifti. Í 2024 útgávuni eru smærri broytingar í evnunum, tí nú kanst tú m.a. fáa spurningar um "Kend fólk" og "Sjónvarpsrøðir".
Grøn útgáva
Hetta er eisini ein grønari útgáva, tí her er einki plast í. Eskjan, spæliplátan, eskjan við spurningum, spurnabløðini og ymiskt annað er úr endurnýtslupappíri, posin við spælikubbum er úr bummull, kubbarnir eru úr træ og teir eru málaðir við vatnbaseraðari máling.