Spennandi lutakast til HM-endaspælið

Lutakastið til HM endaspælið hjá u19 monnum í hondbólti hevur verið. Føroysku mennirnir fingu eitt spennandi lutakast og skulu millum annað spæla í móti nummar tvey frá u18 EM endaspælinum í fjør

Ragnar Sjúrðarson
3. mars 2023 kl. 13:16

Talan er um nøkur spennandi lond, sum Føroyar eru endaðar í bólki við til HM endaspælið í Kroatia, sum verður dagarnar 2. – 13. august í býunum Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia.

Bólkarnir:
Bólkur A: Portugal, Kroatia, Ruanda, Algeria (Býur: Varazdin)
Bólkur B: Ungarn, Slovenia, Marokko, Ný Sæland (Býur: Varazdin)
Bólkur C: Egyptaland, Ísland Japan, Kekkia (Býur: Koprovinica)
Bólkur D: Spania, Suðurkorea, Brasil, Bahrain (Býur: Koprovinica)
Bólkur E: Danmark, Eysturríki, Kili, Meksiko (Býur: Rijeka)
Bólkur F: Noreg, Montenegro, Norðurmakedonia, IHF Trophy vinnari (Býur: Rijeka)
Bólkur G: Týskland, Argentina, Saudi Arabia, USA (Býur: Opatia)
Bólkur H: Svøríki, Føroyar, Iran, Burundi (Býur: Opatia)

Svøríki gjørdist nummar tvey í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar níggju. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar tvey til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar fýra í afrikanska endaspælinum.

Eftir innleiðandi umfarið verða Føroyar settar saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Føroysku fyrireikingarnar til HM-endaspælið byrja við einari samling í apríl.

Í mai og juni, eftir at heimliga kappingin er liðug, kemur liðið at venja fast saman, og í juli mánað verða tveir venjingardystir móti Íslandi spældir.