Fyrst í 1960’unum gingu flestu ungdómar friðarliga í skúla í USA. Men svørtu foreldrini hjá LaVerne Bell-Tolliver valdu sjálvboðið at innskrivað svørtu dóttir sína í Forest Heights Junior High School í býnum Little Rock. Skúlin hevði tá bert havt hvítar næmingar.
Hvítir dreingir trýstu aðrar næmingar inn í LaVerne og søgdu við hana, at hennara rasa rændi burturav umdøminum av teirra útbúgving. Hon varð útifryst av hinum, og eingin vildi eta miðmála saman við henni. Lærararnir ignoreraði hennara umbøn um hjálp og góvu henni lágar karakterir. Alt hetta var støðugt sagt frá í fjølmiðlunum – bæði teir lokalu fjølimiðlarnar og teir landsdekkandi.
Hannah Arendt fylgdi hesi gongd og skrivaði eitt vælkent og nógv umrøtt essay, sum eitur “Reflections on Little Rock”.
Sjálvt um hennara tankar tóku støðið í hesi serligu støðu í Little Rock í 60-unum, so gevur Arendt her eitt kontroversielt íkast til bardagan ímóti rasuskilnað og fremjan av mannarættindini.
Hetta íkastið er aftur aktuelt í dag í samband við rørsluna “Black Life Matters”.
Í online fyrilestri mikukvøldið 25. november klokkan 19 fer Thorbjørn Ydegaard at skifta orð um hetta essay.
Danin Thorbjørn Ydegaard er útbúgvin í Norra til tað, sum svarar til eina danska cand. mag. útbúgving í sosialpedagogikki, antropologi og búskapi.
Hann hevur skrivað eina bók, sum sum eitur “Hannah Arendt – kort fortalt”.
Thorbjørn hevur seinastu nógvu árini búð í Grønlandi.
Meira kunning um Thorbjørn Ydegaard sæst her: https://ydegaard.dk/
Fyrilesturin mikukvøldið, ið byrjar klokkan 19, er ókeypis, og øll eru vælkomin at fylgja við online.
Tilmelding fer fram á hesi heimasíðu: https://www.onlinewebinar.life/