SPD er størsti flokkur í Týsklandi - men valúrslitið ógreitt

Týska valið er av og úrslitið gjørdist akkurát líka so fløkt, sum fryktandi var fyri. Konservativi flokkurin CDU/CSU fekk ein syngjandi lúsing frá veljarunum, meðan serliga sosialdemokratarnir fingu eitt gott val. SPD er nú størsti flokkur, men spurningurin er, hvat tað kann brúkast til

Sveinur Tróndarson
27. september 2021 kl. 01:19

Laschet ella Scholz?

Tað var í grundini spurningurin áðrenn týska valið, ella tað var ein av teimum. Tí spurningurin var, um úrslitið fór at gerast so greitt, sum brúk var fyri, ella um tað fór at gerast júst so fløkt, at eingin flokkur hevur eitt nóg greitt mandat nú valið er avl.

Og tað var tað seinna sum hendi.

Eingin ivi er um, at Olaf Scholz og SPD gjørdust vinnararnir av valinum, og líka greitt er tað, at Armin Laschet ikki kláraði at lyfta arvin eftir Angelu Merkel, sum leggur frá sær, tá nýggja týska stjórnin er skipað, og tað kann saktans taka sína tíð. So nógva tíð, faktiskt, at tað er ein veruligur møguleiki fyri, at tá Angela Merkel fer frá, er hon tann bundeskanslarin í søguni, sum hevur sitið longst við maktini.

Í løtuni er tað Helmut Kohl, ið var ríkiskanslari frá 1. oktober 1982 til 27. oktober 1998, tað vil siga 16 ár og 27 dagar, meðan sitandi kanslari, Angela Merkel kom til valdið tann 22. november 2005. Hon hevur tí sitið eitt sindur styttri enn 16 ár, men grugguta valúrslitið kann saktans hava so drúgvar samráðingar við sær, at hon bæði klárar at halda 16 ár í starvinum, og eisini at hon fer fram um Helmut Kohl.

Orsøkin er, at valúrslitið ikki gav nakran greiðan vinnara, og tí er púra ógreitt, hvønn veg politikkurin í Týsklandi fer eftir valið.

Undan valinum, og so seint um valdagin, varð tosað um samstarv millum SPD ella CDU/CSU, teir grønu og FDP, og tað er í grundini sama støða nú valúrslitið er klárt. Tí sjálvt um SPD er vinnarin av valinum og størsti flokkur, so er CDU/CSU framvegis so stórur, at hann kann klára at halda fast í kanslarastólinum, um hann t.d. fær teir grønu við sær, og tí er tað líka nógv Annalena Baerbock, forkvinna í Grøna flokkinum, sum stendur við sterkastu kortunum.

Eingir eygleiðarar tora at siga nakað avgjørt um hvat fer at henda, og slett einki um, hvør endar við kanslarastarvinum. Týska blaðið Bild sigur í einari yvirskrift í kvøld, at gaman í hevur Scholz á Laschet, men fyri tað er kanslarastarvið framvegis langt burturi.

Í verandi løtu síggja tølini soleiðis út, sambært Frankfurter Allgemeine Zeitung: SPD hevur fingið 25,8 prosent av atkvøðunum og 209 av teimum 740 sessunum í Deutscher Bundestag. Tað er ein framgongd uppá 5,3 prosentstig og 56 tjóðartingssessir.

CDU/CSU fekk 24,1 prosent av atkvøðunum, og tað er 8,8 prosentstig minni enn til seinasta val, og tað kostaði 50 sessir. Flokkurin hevur nú 196 sessir.

Tey Grønu fingu 14,6 prosent og 118 sessir, og tað er ein framgongd uppá 5,7 prosentstig og 51 sessir. FDP fær 11,5 prosent og 93 sessir, sum er ein framgongd uppá 0,8 prosent og 13 sessir, AfD, Alternative für Deutschland, fekk 10,4 prosent og 84 tingsessir, sum er ein afturgongd uppá 2,2 prosenstig og 10 sessir, og Vinstriflokkurin fekk 4,9 prosent av atkvøðunum og 40 sessir, sum er ein afturgongd uppá 4,3 prosentstig og 29 sessir.