Spart 344.296 tons av CO2 útláti

Vindorka hevur spart okkum 104.332 tons av olju og 344.296 tons av CO2 útláti

Bryndis Hjartardóttir
17. juni 2020 kl. 08:30

Tað eru 27 ár síðani, at SEV fyri fyrstu ferð fór undir at skipa vindorkuframleiðslu í Føroyum. Síðani eru fleiri komnar aftur at og í løtuni verður vindorka framleidd trý ymisk støð í Føroyum.

Síðani 1993, hevur vindorka framleitt 485.266 MW tímar. Tað svarar til, eina sparing av 104.332 tons av olju og 344.296 tons av CO2 útláti.

Í løtuni verður vindorka framleidd í vindmyllulundunum hjá SEV í Neshaga og í Húsahaga, og hjá Vindrøkt í Vestmanna. Fleiri nýggjar vindmyllulundir eru á veg, ein er í ger í Porkerishaganum, og ætlanir eru um tvær afturat, ein í Flatnahaga við Oyggjarvegin og ein á Eiði.