Henry (Adam Driver) er uppistandsskemtari av tí grovara slagnum, meðan Ann (Marion Cottillard) er operasangarinna, ið er kend um allan heim. Tey eru par, og eru javnan í miðlunum, ið elska at skriva um eydnuríka stjørnulívið. Men tá Ann og Adam fáa fyrsta barnið, Annette, verður alt vent á høvdið.
”Annette” er ein marglittur og nemandi sangleikur um gávuríka barnið Annette hjá franska BAFTA-vinnaranum, Léos Carax.
Adam Driver, sum spældi bussførari og rithøvundur í ”Paterson” (2016), sum Filmsfelagið vísti tá, hevur tvær ferðir verið í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Av øðrum virðislønum hevur hann fingið ikki færri enn 62.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.
Filmsfelagið 06/04 kl 20:00 Annette (Léos Carax, Frakland 2021 140 min)