Eitt lágt skattaprosent kann verða við til at lokka fólk at búsetast í Fámjin. Tað heldur Arni Teindal, bygdaráðslimur í Fámjin
Sum vit hava skrivað fyrr í dag, verður eingin fólkaatkvøða í Fámjin hesumegin kommunuvalið í heyst um at leggja saman við Tvøroyri og Hvalba. Men sum vit eisini hava skrivað, arbeiða Tvøroyri og Hvalba víðari við samanlegging.
Í Fámjin hava tey nógv lægsta skattaprosent í Suðuroy, tí tað er bara 16 prosent og verða kommunurnar lagdar saman, verður ein avleiðing, at skattaprosentið fer upp.
Arni Teindal ásannar, at tað er truplari at búgva í Fámjin enn aðrastaðni, tí hon er so fjarskotin. Og tí heldur hann, at tað lága skattaprosentið eigur at vera eitt slag av endurgjaldi til fólk fyri at búgva í Fámjin.
Men hóast skattaprosentið hevur verið lágt, er fólkatalið alsamt minkað kortini. Hinvegin hevur Arni Teindal framvegis vónir um at tað kann lokka fólk at flyta til bygdina.
Hann veit eisini um fólk, sum umhugsa at flyta til Fámjins, men um tað verður veruleiki, veit hann kortini ikki. Kortini heldur hann, at tey eiga at gera eina roynd.
– Tað er vert at royna at geva fólki eina gularót fyri at flyta til Fámjin, tí so spara tey tíggjutúsundtals krónur um árið.
– Fer skattaprosentið upp, fáa vit í hvussu so er ongan at flyta higar, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at ein samanlegging er endalig, tí eru kommunurnar fyrst lagdar saman, vendst ikki aftur.
Tí heldur hann, at tey skulu ikki loypa fram av. Sum er nú, klárar Fámjins Kommuna seg fínt, men fer tað at standa á í framtíðini, kann spurningurin altíð takast upp aftur.
Jóanis Lisberg heldur ikki, at fólk skulu flyta til Fámjins bara tí at skattaprosentið er lágt, tí er hjartað ikki við, kann tað vera tað sama fyri bygdina, heldur hann.