Spanskur leikari testaður positivur fyri korona áðrenn EM

FC Barcelona-leikarin Sergio Busquets hevur fingið staðfest koronusjúkuna og er farin úr sponsku venjingarleguni áðrenn EM-endaspælið

Sigurjón Einarsson
7. juni 2021 kl. 11:01

Sergio Busquets verður ikki við til EM-endaspælið, sum byrjar 11. juni. 32-ára gamli Busquets, sum er liðskipari fyri spanska landsliðið, fekk í gjár staðfest koronusjúkuna og er farin heim í sóttarhald.

Tað upplýsti spanska fótbóltssambandið, RFEF, á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.

Eingin annar í venjingarleguni hevur eftirfylgjandi havt positiva kanningarroynd, og øll tey, ið hava verið í samband við Sergio Busquets er farin í sóttarhald, upplýsir spanska fótbóltssambandið.

Leikararnir hava fingið boð um at venja hvør sær, og nú byrjar eitt stríð móti tíðini, tí endaspælið byrjar nú fríggjadagin.

Spania skal spæla sín fyrsta dyst í endaspælinum tann 14. juni, tá teir møta Svøríki í Sevilla. Spania er eisini í bólki saman við Póllandi og Slovakia.

Spanski landsliðsvenjarin, Luis Enrique, hevur sum tann einasti venjarin til EM-endaspælið valt sær ein hóp upp á 24 leikarar. Øll hini 23 EM-londini hava úttikið 26 leikarar til hóparnar hjá sær.

Til eitt endaspæl hevur vanligt verið, at eitt landslið kann hava 23 leikarar í endaliga hópinum, men UEFA hevur hesuferð avgjørt, at øll lond kunnu hava tríggjar leikarar afturat í endaliga hópinum vegna koronufarsóttina.

Sambært RFEF, so hevur Luis Enrique inntil leygardagin til at gera broytingar í hópinum.

Sergio Busquets var við til at vinna HM-endaspælið í 2010 og EM-endaspælið í 2012 við Spania. Hann hevur leikt 123 dystir fyri Spania.

Hann hevur vunnið átta sponsk meistaraheitir við Barcelona og Champions League tríggjar ferðir.

/ritzau/