Spanski forsætisráðharrin vil hava greitt svar

Eftir eina ógreiða útmelding frá katalanska forsetanum, Carlos Puidgemont, krevur spanski forsætisráðharrin nú greitt svar

Guðrun í Jákupsstovu
11. oktober 2017 kl. 11:38

Fólk bíðaði í spenningi eftir at katalanski forsetin, Carlos Puidgemont, í gjár skuldi tala í katalanska tinginum, og lýsa úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Puidgemont var í einari trongari støðu, tí óansæð um hann lýsti Katalonia sum sjálvstøðugt ella ikki, fór hann at vera í trupulleikum. Tískil vóru har fleiri ið longu høvdu gitt, at hann fór at royna at finna eitt slag av millumvegi.

Tað var eisini júst tað hann gjørdi. Puidgemont skrivaði undir eina loysingaryvirlýsing, men í sama viðfangi segði hann, at yvirlýsingin ikki fór í gildi fyrr enn katalanska og spanska stjórnin høvdu samráðst.

Í dag sigur spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, at Puidgemont skapar ørkymlan við vilja, og at hann krevur at fáa eina greiða útmelding frá Puidgemont. Tað skrivar BBC.
Rajoy sigur, at spanska stjórnin tekur støðu eftir at Puidgemont kemur við einum greiðari svari. 
Hann nevnir millum annað grein 155 í sponsku grundlógini gevur sponsku stjórnini heimild til avtaka katalanska sjálvstýri og geva Spania beinleiðis vald yvir Katalonia.

Rajoy sigur, at hetta kann gerast neyðugt, fyri at skapa greidleika og tryggleika aftur í hesi ógreiðu støðuni, ið Puidgemont hevur skapt.