Spanska løgreglan handtekur seks fólk fyri matchfixing

Tey handtiknu eru undir illgruna fyri matcfixing eftir at tey vunnu 30.000 euro uppá ein spanskan fótbóltsdyst í desember 2021

Ragnar Sjúrðarson
25. februar 2023 kl. 09:44

Spanska løgreglan hevur handtikið seks fólk í einum máli um matchfixing í sambandi við ein steypadyst í spanska Copa Del Rey.

Tey handtiknu eru undir illgruna eftir at tey vunnu 30.000 euro – svarandi til 223.000 krónur - uppá uppgerðina millum Levante, sum spælur í næstbestu sponsku deildini og Huracan Melilla, sum spælur í fimtbestu sponsku deildini.

Tað upplýsir løgreglan í eini orðing sambært tíðindastovuni AFP. Levante vann dystin 8-0.

Handtøkurnar vórðu framdar eitt døgn eftir, at ein dómstólur hevði avhoyrt seks persónar, millum annað ein fyrrverandi spælara hjá Huracan Melilla. Tað skrivar Ritzau.

Løgreglan váttar at hava byrja kanningararbeiði eftir áheitan frá La Liga og fleiri veddingarstjórum.